Berlin: Eftir skelkin mikukvøldið og tomu viðmerkingrnar hósdagin, eru týsku bløðini nú løgst á venjaran, Rudi Võller, sum fær fleiri skolur yvir sín kropp.
Bæði stóru, landsdekkandi bløðini og lokala høvuðsstaðarpressan gera í fríggjadagsútgávunum viðmerkingar til dystin mikukvøldið.
Eisini hava bløðini viðmerkingar frá lesarum, eins og menn sum Franz Beckenbauer eisini eru komnir til orðanna.
Beckenbauer, sum fyrr hevur gjørt seg til talsmann fyri, at smáu tjóðirnar einki hava at gera í europeisku undankappingunum, er eitt sindur meira varin í dagsins viðmerking. Nú staðfestir hann bara a t týska liðið var ikki nóg gott.
Klára bara akkurát føroyingar
»Vi kunnu spæla væl betri enn hatta. Men tað var ikki við ?Glanz- und Gloria? fótbólti, vit komu í HM finaluna«, staðfestir Der Kaiser.
Hvør skal siga. Føroyinar spældu ikki væl. Teir bardust fyri lívinum. Og teir mundu klárað enn eina heimssensatión.
Vanligi lesarin er á somu leið, sum bløðini vóru hósdagin, har tosað verður um ta fullkomnu eyðmýkingina.
Og Rudi Võller fær sítt. Staðfest verður, at hann hevur ikki gørt týskan fótbólt betri. Heldur hinvegin.
»Fyri 26 mánaðum síðan vunnu vit 4-1 á Spania. Nú klára vit bara akkurát føroyingar.« Tað er skomm, heldur Der Tagesspiegel í fríggjadagsútgávuni.









