Havfrøði
Bogi Hansen, havfrøðingur, hevur á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni eina áhugaverda grein um havfrøði.
Í greinini greiðir hann frá, at djórini og planturnar í sjónum alla tíðina verða ávirkað av umhvørvinum.
- Gróðurin av plantuplanktoni verður eitt nú ávirkaður av streymi, hita, ljósviðurskiftum og innihaldi av tøðum í sjónum.
Samanspælið
Bogi greiðir frá, at djóraplankton etur plantuplankton og verða til mat hjá øðrum djórum.
Soleiðis er gongdin, har hvør livir av øðrum.
Samanspælið millum tær livandi verurnar og umhvørvið teirra verður nevnt vistfrøði.
Havfrøðingurin vísir á, at skulu vit skilja millum tær broytingar, sum henda í sjónum, mugu vistfrøðiligar kanningar gerast. Á Fiskirannsóknarstovuni verður tí kannað, hvørji viðurskifti í sjónum ávirka nøring og vøkstur av tilfeingi okkara.
- Í hesum sambandi verða kanningar eitt nú gjørdar av sjónum sjálvum, av plantu-og djóraplanktoni í føroyskum sjógvi og av umstøðunum hjá fiskalarvum og fiskayngli.
Bogi sigur, at í stóran mun verða túrarnir hjá Magnusi Heinasyni lagdir soleiðis til rættis, at antin verða fleiri øki kannað á sama túri ella verður nógv ymiskt arbeiði gjørt samstundis. Soleiðis verður pankton og umhvørvi eisini kannað á túrum, tá ið skipið annars hevur aðrar uppgávur.
- Kanningar av plankton og umhvørvinum kunnu eitt nú gerast, samstundis sum skipið ger yngulkanningar, yvirlitstrolingar ella silda-og svartkjaftakanningar, sigur hann.
Mátingar
Havfrøðingurin greiðir frá, at tá ið hitin í sjónum verður kannaður beinleiðis frá skipum, nýta teir eitt tól, sum nevnist CTD. Lagt verður stilt, og tólið verður lorað niður ígjøgnum sjógvin. Á vegnum niður mátar tað hita, saltinnihald, ljósstyrki og fluorescensin í sjónum. Fluoresensurin er eitt mát fyri innihaldi av plantuplanktoni.
- Í 2004 vórðu 464 tílíkar kanningar gjørdar, og nógvar av hesum kanningum verða gjørdar á somu støðum hvørt ár, sigur hann.
Bogi sigur, at umframt at máta sjógvin frá skipi, ber eisini til at leggja mátiútgerð út í sjógvin, sum kann liggja í langa tíð og gera regluligar mátingar. Útgerðin kann leggjast føst á einum staði í eina fortoyning ella hon kann reka við streyminum uppi í vatnskorpuni ella á størri dýpi.
- Í 2004 tóku vit 9 fortoyningar við streymmátarum upp, sum høvdu ligið næstan eitt ár og mátað - og vit løgdu tilsamans 15 fortoyningar útaftur.
Hann sigur, at av hesum 15 eru tríggjar fortoyningar, sum hvør hevur ein sonevndan "aanderaa" mátara, ið mátar streym á einum ávísum dýpi. Aðrar 10 verða nevndar ADCP-ir, sum senda ljósstrálur upp ígjøgnum sjógvin og kunnu máta streymin í fleiri løgum. At enda legði Fiskirannsóknarstovan eisini útgerð niður á botn í tveimum støðum við hitamátarum á.
- Allar hesar fortoyningar gera mátingar regluliga, minst eina ferð um tíman og goyma úrslitini í sær. Tá ið vit taka tær upp, kunnu vit lesa mátingarnar.
Bogi vísir á, at øðvísi er við teimum 6 RAFOS-boyunum, sum teir hava lagt út. Tær flóta við streyminum og halda seg á umleið 200 metra dýpi. Tær máta hitan við føstum millumbilum og goyma mátingarnar saman við positiónini. Eftir umleið hálvum øðrum ári koma tær upp til vatnskorpuna og senda úrslitini yvir fylgisvein til lands.
- Øll henda mátiútgerðin er dýr, og vit gera hesar mátingar í samstarvi við fleiri granskingarstovnar í Evropu og USA við fígging úr ymiskum útlendskum granskingargrunnum, sigur havfrøðingurin.
Aftrat nevndu mátingum, verða mátingar av sjóvarhita eisini gjørdar við Oyrargjógv á Vágoynni og á Lívfiskastøðini í Skopun.
- Hesar mátingar verða eisini gjørdar við sjálvvirkandi útgerð, leggur hann aftrat.
Broytingar
Bogi Hansen sigur, at nógvu mátingarnar siga okkum nógv ymiskt um sjógvin kring Føroyar, og hvussu ymisk viðurskifti í sjónum kunnu ávirka lívið í honum.
- Eitt nú síggja vit, hvussu sjógvurin kring Føroyar er broyttur, síðan vit fóru í holt við at gera hesar mátingar.
Í seinastu ársfrágreiðing hjá Fiskirannsóknarstovuni vísti stovnurin á, at sjógvurin inni við land í 2003 var heitari, enn hann hevur verið, síðan hitamátingar byrjaðu við Føroyar í 1914. Í so máta líktist árið 2004 nógv árinum fyri, tó at sjógvurin inni við land kanska kólnaði eitt vet.
Mátingarnar vísa eisini, at sjógvurin inni við land er feskari enn úti á, og hetta kemst av, at tað regnar meira yvir landi.
- Men høvuðsgongdin hesi seinastu árini er tann sama á grunnum sum á djúpum, sigur Bogi Hansen, havfrøðingur.