Tað sum vendir niður ...

Fríggjadagin í farnu viku helt stýrið í NORA sín fyrsta fund við nýggja stjóranum Lars Thostrup.

Fundurin varð hildin í hølunum hjá stovninum í Havn, og møtt vórðu umboð úr øllum teimum fýra londunum í NORA – Føroyum, Noregi, Íslandi og Grønlandi.

Endamálið við NORA er at gera sítt til, at vinnuligt samstarv í Norðuratlantshavi kann økjast og mennast. Hetta kann gerast við menningarverkætlanum og við at skapa umstøður fyri at geva royndirnar víðari innan landbúnað, ferðavinnu, havumhvørvi og tey lokalu samfeløgini.

Frammanundan slíkum fundi verður gjørt eitt stórt fyrireikandi arbeiði at lýsa øll málini so væl og virðiliga fyri fundarluttakarunum fyri at nevndararbeiðið kann gerast meiri effektivt. Soleiðis var eisini gjørt hesaferð, - kortini við einum undantaki.

Umboð fyri Sosialin fekk høvið at hitta umboðini og taka eina mynd av stýrinum og starvsfólkunum á skrivstovuni í Havn.

Tað var í hesum sambandi at grønlendska umboðið í stýrinum gjørdi vart við, at grønlendska flaggið í roynd og veru vendi øvugt – tað sum vendi niður vendi upp. Og øvugt!

Stjórin og eitt av starvsfólkunum bóru skjótt at og fingu snarað grønlendska flagginum 180 stig, soleiðis at tað vendi rætta vegin.

Nú varð greitt til myndatøkuna av fundarluttakarunum frammanvert tey fýra fløggini.