Tað, sum var frá upphavi

Fyrsti partur

Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu, og hendur okkara numu við – tað er Orð lívsins, vit tala um. Lívið varð opinberað, og vit hava sæð tað; og vit vitna og kunngera tykkum lívið, hitt æviga, sum var hjá Faðirinum og varð opinberað okkum. – Tað, sum vit hava sæð og hoyrt, kunngera vit tykkum við, so eisini tit kunnu hava samfelag við okkum; og samfelag okkara er við Faðirin og við Son Hansara, Jesus Kristus. 1. Jóh. 1,1-3.

Tað er gott at hava fingið fatur í hesum, menniskjans stórsta mysterium, hvaðani komi eg, hvør eri eg, hvagar gongur leiðin, hvar endi eg. Fyri tann, sum er komin til trúgv á Harran Jesus Kristus, er hetta ikki eitt mysterium longur. Lívið er opinberað, sigur ápostulin. Bíblian er einasta bók, sum ber okkum ein heilt álítandi og greiðan boðskap um hesar lutir.

Jóhannes var ein av teimum ellivu lærisveinunum, sum Jesus sendi út at prædika evangeliið. Pætur, var ein annar. Hesir báðir fingu eina sera stóra uppgávu saman við hinum nýggju lærisveinunum, sum Jesus sendi út at prædika. Teir skuldu bera vitnisburðin út um uppreisn Harrans Jesusar. Pætur sigur soleiðis í Ápostlasøguni:

“Tit menn, brøður! Skriftorðið mátti ganga út, sum Heilagi Andin frammanundan hevði talað við munni Dávids um Judas, sum varð vegvísari teirra, ið tóku Jesus. 1,16.

Tí eigur ein av monnunum, ið fylgdust við okkum, alla tíðina ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út hjá okkum, líka frá dópi Sínum við Jóhannesi, og til tann dag Hann varð tikin upp frá okkum – ein teirra eigur saman við okkum at verða vitni um uppreisn Hansara.“ 1,21-22.

Hesir menn gjørdu eisini ta uppgávu, teir høvdu fingið til fulnar. Tað sigst, at allir ápostlarnir doyðu blóvitnisdeyðan fyri trúgv og vitnisburð sín, Jóhannes undantikin. Bara hetta vísir okkum, hvussu álítandi hesin boðskapur er, sum teir bóru okkum.

Sami Jóhannes, sum eg havi víst til at byrja við í hesum stykki, sigur í 1. kapitli í evangeliinum, sum hann hevur skrivað:

”Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. Hann var í upphavi hjá Gudi. Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er. Í Honum var lív, og lívið var ljós menniskjanna. Ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið skilti tað ikki. Maður kom, sendur frá Gudi; navn hansara var Jóhannes. Hann kom til vitnisburð, at hann skuldi vitna um ljósið, so øll skuldu koma til trúgv við honum. Hann var ikki ljósið, men hann skuldi vitna um ljósið. Hitt sanna ljósið, tað, sum lýsir yvir øll menniskju, skuldi nú koma í heimin. Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við Honum; men heimurin kendi Hann ikki. Hann kom til Sítt egna, men Hansara egnu tóku ikki ímóti Honum. Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara; tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi. Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum. Jóhannes vitnar um Hann, rópar og sigur: „Hesin er Hann, sum eg segði um: „Tann, ið kemur eftir meg, er komin undan mær, tí Hann var, áðrenn eg.““ Av fylling Hansara hava vit øll fingið, og tað náði yvir náði. Tí lógin varð givin við Mósesi; náðin og sannleikin eru komin við Jesusi Kristi. Eingin hevur nakrantíð sæð Gud; hin einborni Sonurin, sum er í fangi Faðirsins, hevur kunngjørt Hann.”

Her er alt, sum menniskja hevur brúk fyri. Í upphavi var orðið. Bíblian vísir á orðið, sum nakað ið hevur ógvuliga stóran týdning.

Hetta skal eg nema við í næsta parti.

Framhald.