Tað stendur til at bresta millum Eysturoyingin og Havnarbátin

Á Vestmenninginum meta teir møguleikan fyri FM heitinum vera burtur, men teir ætla sær við sigri á ólavsøku at hálvbjarga róðrarárinum

Seinastu árini hevur tað oftast verið avgjørt undan ólavsøkuróðrinum, hvør hevur vunnið FM heitið í kappingini millum 10?mannaførini. Í fjør vann Havnarbáturin allar róðrarnar, og bæði í 1998 og í 1999 var tað Eysturoyingurin, sum vann allar róðrarnar.
Vestmenningurin var meistari í 2000, og tað er millum hesar tríggjar bátarnar, at kappingin um FM heitið stendur hesa ferð. Vestmenningurin er eitt sindur aftanfyri hinar báðar, og sambært formanninum á Vestmenningi, Jan Johannesen, so rokna teir ikki við møguleikanum at vinna FM:
? So skulu báðir kappingarneytarnir hjá okkum standa seg væl verri, enn teir hava gjørt. Men hesin veruleikin hevur ikki tikið mótið frá okkum. Undan vestanstevnuni lógu fleiri av manningini við spýggjusjúku. Teir komu so frætt fyri seg, at teir fingu róð, men orkan var ikki, sum hon plagar at vera. Nú eru allir væl fyri, og vit ætla okkum at gera ein orduligan vørr á ólavsøku. Eydnast tað, fer tað at kennast sum eitt hálvt FM heiti. Men tað verður ikki sum at siga tað. Vit vita, at mótstøðan verður stór, og eg rokni við, at tað verður sera tætt, sigur Jan Johannesen. Hann og bátsfelagarnir hava hildið frí síðani mikukvøldið. Eins og undanfarnu árini, so hevur Vestmenningur ikki verið í Havnini og vant til ólavsøkuna.

Venja seg til stutta teinin
Á stigatalvuni er Eysturoyingur best fyri at vinna FM heitið. Treytin er, at teir í hvussu so er skulu halda Havnarbátin aftanfyri seg.
? Vit mugu ásanna, at tað ikki hevur hilnast so væl hjá okkum á stutta teininum, sum tað gjørdi, tá vit fyrr í summar róðu longru teinarnar. Nú hava vit vant nógv startin og spurtin, og vit hava fleiri ferðir verið í Havnini og vant, bæði í hesi og í síðstu viku, so vit trúgva uppá tað, sigur Rúni Lamhauge, sum er bátsformaður á Eysturoyinginum.
Hóast Eysturoyingurin og Tjaldrið hava vunnið nógv seinnu árini, so er tað bara ein av teimum, ið nú eru við Eysturoyinginum, sum áður hevur roynt at vinna FM. Hann var við, tá Eysturoyingurin í 1999 vann FM. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir eru allir rættuliga FM svangir. Eysturoyingurin legði síðstu hond á ólavsøkufyrireikingarnar týskvøldið.

Eyka dámur á ólavsøkuna
Hóast fleiri royndir, so eydnaðist tað okkum ikki at fáa fatur á formanninum umborð á Havnarbátinum. Men tá vit í øðrum sambandi tosaðu við formannin og næstformannin í Havnar Róðrarfelag, so var eingin ivi hjá teimum í týdninginum av, at Havnarbáturin vinnur á ólavsøku og harvið vinnur FM heitið.
? 10?mannafarið er flaggskipið hjá okkum. Tær seinastu ferðirnar hevur gingið fínt, men marginalirnir eru smáir. Um Havnarbáturin vinnur á ólavsøku og harvið vinnur FM, so setur tað serligan dám á ólavsøkuna hjá teimum mongu í høvuðsstaðnum, sum fylgja væl við. Tað verður sera spennandi, men vit hava álit á okkara monnum, søgdu Heðin Hansen og Paul Kragesteen.
Umframt teir tríggjar omanfyri nevndu bátarnar eru Nólsoyingurin og Klaksvíkingurin við í ólavsøkuróðrinum. Nólsoyingar venja ofta í Havnini. Tað hava klaksvíkingar ongantíð áður gjørt. Men týskvøldið í hesi vikuni sást Klaksvíkingurin á Havnarvág, har teir ítaðu málið av. Teir hava vónað at vinna ein róður í ár. Nú er bara ein møguleiki eftir!