Nýbygningar
Borgarstjórin í Leirvík, Sjúrður Eliasen, segði nøkur orð, tá ið nýggju skipini, Polarhav og Stjørnan, fyri fyrstu ferð løgdu til bryggju í Leirvík týskvøldið.
- Osmund og Tummas ? og allir tit umborð á skipunum! Vælkomnir heim úr Íslandi við hesum nýggju, stóru og stásiligu skipum. Bygdarráðið, bygdarfólkið og onnur við eru komin saman her at fagna tykkum hesa hátíðarløtu. Og lat meg siga beinanvegin: Vit eru errin av, at tað stendur Leirvík á hekkuni á hesum skipum?
Borgarstjórin segði, at skipini eru eitt úrslit av áhaldandi
og framhaldandi endurnýggjan og nýhugsan av okkara skipaflota, og Stjørnan og Polarhav eru væl kend nøvn.
- Síðan partroling byrjaði, er hetta triðja parið við hesum nøvnum.
Hann vísti á, at eitt, sum hevur sermerkt hesi skip, er, at manningarnar hava trivist ógvuliga væl umborð á teimum.
- So, samanhaldið millum manning og reiðarí má hava verið sera gott, legði hann aftrat.
Ikki bara rúgvan
- Havið er tað sama nú sum fyrr. Har kanst tú uppliva alt veður. Tí er at frøast um, at so nógv verður hugsað um at gera alt betri og betri fyri manningarnar. Men eisini fyri at fáa fisk ? og at fáa hann til lands so góðan og feskan sum gjørligt.
Sjúrður vísti á, at tað ræður um at fáa sum mest í peningi burtur úr tí, sum fiskað verður.
- Eingin livir longur bara av nøgd. Góðska skal eisini til, og hesi bæði til samans geva peningin at rinda skipini og hýrurnar fyri.
Og Sjúrður helt fram:
- Her liggja so tey nýggju og stásiligu skipini, sum vit øll gleða okkum um at sleppa umborð á og síggja.
Borgarstjórin segði seg vóna, at hetta ódnartak verður til stóra signing fyri skip og manning ? ja, til signing fyri okkum øll.
Seks nýggj skip
Sjúrður segði, at seinastu árini eru seks spildurnýggj skip komin til Leirvíkar.
- Og tað kunnu vit sum bygd vera errin av.
At enda ynskti hann góða eydnu við skipunum báðum og segði seg vóna, at tey fara at føra mangan fyltan fongin til lands.
Lesið eisini greinina á blaðsíðu 30 í blaðnum í dag.










