Tað stendur illa til

Partick Thistle hevur í tólv dystum bara fingið tvey stig, men higartil hevur venjarin ikki mist arbeiðið

SKOTLAND

Tað gongur illa hjá Partick Thistle. Leygardagin vóru teir á útivølli ímóti Livingston, og teir fingu einki burturúr. Heimaliðið skoraði tvey mál í 1. hálvleiki. Partick Thistle fekk einki mál, og harvið fóru teir ongul í reyv aftur til Glasgow. Hetta er leiklutur, sum teir í Thistle kenna væl til. Higartil eru tólv umfør spæld í skotsku kappingini, og Partick Thistel hevur bara megnað tveir javnleikir. Enn er einki hoyrt um, at teir skulu skifta venjara.
Jákup Mikkelsen hevur framvegis ikki fingið møguleikan aftur, síðani hann í september varð settur uttanfyri orsaka av sjúku. Aftur leygardagin var Jákup á beinkinum. Tað er lítið hugaligt. Ikki minst tá havt verður í huga, at Jákup er einsamallur í Skotlandi, har hann er sáttmálabundin inntil næsta summar.