Tað stendur á bæði í toppi og botni

Bæði í Fuglafirði og Gundadali vera lyklauppgerðir seinnapartin

Síðsti triðingur av kappingini er av álvara farin á rull.

Í dag verður 20. umfar í Betri deildini. Øll liðini hava spælt 19 dystir uttan NSÍ og KÍ, sum eiga útsettan dyst.

HB og Víkingur hittast seinnapartin í Gundadali. Tað er ógvuliga avgerandi at vinna fulla úrtøku, um nakar møguleiki skal vera at hanga í toppinum.

ÍF hevur av álvara knívin á barkanum, nú TB er á veg til Fuglafirðar.

Á Skála verður kommunuppgerð, tá ið NSÍ verður gestur, og á Eiði fær illa sperda EB/Streymur vitjan av KÍ, sum ikki hevur staðið seg so væl seinastu ferðirnar.

Á Argjum verður grannauppgerð millum toppliðið B36 og AB, sum seinastu ferðirnar hevur skavað so mikið at stigum saman, at AB nú er omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

EB/Streymur – KÍ: Mirza Kazic kl. 15.00

ÍF – TB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

Skála – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00

HB – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

AB – B36: Dagfinn Forná kl. 17.00

 

B36

19

14

2

3

33

15

44

NSÍ

18

13

3

2

48

19

42

18

12

3

3

40

15

39

HB

19

11

5

3

48

18

38

Víkingur

19

12

2

5

40

25

38

Skála

19

8

1

10

22

23

25

TB

19

5

3

11

16

36

18

AB

19

3

2

14

20

51

11

EB/Streymur

19

2

3

14

18

45

9

ÍF

19

1

2

16

14

52

5