Endaspurturin í hesum kappingarárinum nærkast. Enn er tað ikki soleiðis, at tað ikki ber til at vinna tað aftur, sum verður mist í einum dysti. Men tað gongur tann vegin.
EB/Streymur tapti í Gundadali móti B36. Tað bar við sær, at tey næstu høvdu ein møguleika at nærkast toppinum. Havnarfeløgini tóku av hesum tilboðnum. B36 setti EB/Streym upp á pláss, og HB vann í Runavík.
KÍ klossaði í tí á heimavølli móti botnliðnum VB/Sumba, og GÍ misti tvey stig á heimavølli móti B68 í gjárkvøldið. Sovorðin úrslit svíða í kapping, har nógvir dystir millum toppliðini hava verið sera tættir, og nógvir eru endaðir við javnleiki. Í Klaksvík kunnu teir við eitt sindur av høvuðrokning staðfesta, at um teir høvdu havt fingið seks stig burturúr heimadystunum móti B68 og VB/Sumba í staðin fyri einki stig at hava fingið, so høvdu teir verið javnir við EB/Streym í stigum, áðrenn samansetta liðið í annaðkvøld fer at spæla útsetta heimadystin móti ÍF.
Gummibeinini
Spurningurin er nú, hvussu tað fer at hilnast hjá EB/Streymi, sum hevur verið oddalið alla kappingina. Teir eru oddalið og tvey stig frammanfyri HB, og um teir vinna í annaðkvøld, so verða teir undan 21. umfarinum fimm stig frammanfyri HB. Um munurin verður so stórur til næstfremsta liðið valdast um, hvussu tað fer at ganga millum B36 og NSÍ í annaðkvøld.
Tá ið kappingin er so mikið gomul, sum hon nú er tað, so verður ofta hugt eftir, hvørji mótstøðuliðini eru í restini av kappingini. EB/Streymur skal ikk spæla aftur móti HB og B36, og EB/Streymur skal spæla móti øllum teimum trimum niðastu á talvuni.
Nú sunnudagin skal EB/Streymur spæla á heimavølli móti NSÍ. Fyrr í ár hevur NSÍ tvær ferðir vunnið móti EB/Streymi. Báðu ferðirnar hevur tað verið á heimavølli. Tí verður talan um rættuliga roynd hjá oddaliðnum.
Eftir tapið í Gundadali móti B36 er skjótt at staðfesta, at hetta var fyrsta ferðin í ár, at EB/Streymur bara hevur fingið eitt stig burturúr tveimum dystum á rað. Fyrst spældu teir 1-1 á heimavølli móti HB, og so taptu teir móti B36. Tí er tað eitt must hjá EB/Streymi at vinna øll stigini móti ÍF.
Í sovornum førum er skjótt at spyrja, um tað nú eru tey berømtu gummibeinini, sum spøkja á Mølini. Ofta vísir tað seg, at tey, sum ikki eru so roynd í avgerandi støðum, fara at skinkla ella fáa gummibein, tá ið tey veruliga skulu standa sína roynd. Avrikini og úrslitini móti havnarfeløgunum kundu bent á, at hetta er við at gerast støðan á Eiði.
Men sunnudagin fær EB/Streymur besta møguleikan, sum teir kunnu fáa at prógva, at tosið um gummibein einki hevur uppá seg. Um teir tapa móti NSÍ, so verður tað soleiðis, sum tað plagar at vera, og so fer av álvara at verða tosað um gummibein. Um teir vinna, so verður tað staðfesting av, at tað er tað formatið yvir oddaliðnum, sum plaseringin á stigatalvuni ber boð um.
Tey næstu
Spurningurin er so, hvørji tey eru, sum kanska kunnu bjóða EB/Streymi av í toppstríðnum. GÍ og KÍ tykjast rættuliga óstøðug. NSÍ hevur verið væl við, men sum so mangan áður, so snávaðu teir gulu, tá ið teir sunnudagin rættuliga skuldu vísa, at teir eru gott boð upp á FM heitið, sum teir ongantíð áður hava vunnið.
B36 hevur verið óstøðugt, men móti EB/Streymi vóru teir manningarliga betri fyri, enn teir leingi hava verið tað, og tað kann gott vera, at meistararnir fara at fáa størri úrtøku næstu vikurnar, enn teir hava fingið síðani summarsteðgin.
Tað liðið, sum í løtuni tykist vera best fyri at bjóða oddaliðnum av, er HB. Tað hevur ofta verið tikið til, og tølini staðfesta, at unga HB liðið hevur havt tað trupult á útivølli. Í tveimum teimum seinastu umførunum hava teir fingið eitt stig á Eiði og trý stig í Runavík. Tað kundi boða frá, at HB hevur vunnið á útivallar kompleksinum. Í fimm av teimum seinastu sjey umførunum skal HB spæla í Gundadali.
Sær svart út
Hesa ferð var tað felags fyri tey trý aftastu, at tey fingu úrtøku á útivølli. Tað vil siga, at ÍF, B68 og VB/Sumba hava ikki givið skarvin yvir. Í VB/Sumba hava teir uppnátt venjaraeffektina, sum tað ofta verður tosað um, tá ið gamli venjarin verður uppsagur og nýggjur tekur við. Hesa ávirkanina eydnaðist tað í fyrsta umfari ikki at vinna í Fuglafirði og á Toftum.
VB/Sumba lætti sær orduliga úr botninum við skipaðum avriki og teprum sigri í Klaksvík. Bæði B68 og ÍF vóru á odda, og í báðum førum javnaði heimaliðið stutt undan leikloki.
Nýggju ásetingarnar siga, at tvey feløg skulu flyta beinleiðis niður. Í løtuni bendir ógvuliga nógv á, at tað verða B68 og ÍF, sum fara at eiga tey bæði aftastu plássini. Gamaní fingu bæði liðini stig á útivølli í hesum umfarinum. Men tað kundi eisini bent á, at Skála ikki er so væl fyri, sum tað síðani summarsteðgin hava verið ábendingar um.
Úrslitini hava leingi boðað frá, at GÍ eftir summarsteðgin er ikki tað sama, sum GÍ var undan summarsteðginum. Sjey tær seinastu ferðirnar hevur GÍ ikki vunnið. Fimm ferðir hevur tað verið javnt, og tvær ferðir hevur GÍ tapt á heimavølli móti EB/Streymi og KÍ.
Mikukvøldið kemur kappingin upp á pláss aftur, tá ið útsettu dystirnir B36-NSÍ og EB/Streymur-ÍF eru spældir. Sunnudagin verða allir fimm dystirnir í 21. umfari á skránni, sum sær soleiðis út: HB-Skála, EB/Streymur-NSÍ, VB/Sumba-B36, B68-KÍ og ÍF-GÍ.