Ein sum hevur verið við til allar Trucker Festivalarnar er Marne Berg í Søldarfirði, sum hevur ein væl útgjørdan og flottan MAN TGA lastbil við 4 akslum og 480 hk motori. Bilurin er fýra ára gamal og hevur ein 28 tons krana, sum kann takast av bilinum, um hann ikki hevur brúk fyri krananum.
Marne hevur vunnið steyp fýra ferðir á Trucker Festivalinum, tríggjar ferðir 1. premiu og einaferð 2. premiu.
Marne sigur, at hóast tað er stuttligt at vinna steyp, er tað ikki einans tí at hann luttekur á Trucker Festivalinum. Hann heldur at festivalurin hevur stóran sosialan týdning, serliga nú eftir at undirsjóvartunlarnir eru komnir. Fyrr møttust lastbilførarar ofta umborð á ferjunum til eitt prát yvir ein kaffimunn sum t.d. um Vestmannasund ella Leirvíksfjørð. Nú kemur tað onkuntíð fyri, at teir møtast á eini servicestøð ella onkra aðrastaðni. Fyri tað mesta heilsa teir bara upp á hvønn annan, tá teir møtast í ferðsluni.
Tað hevur týdning fyri lastbilførararnar at møta øðrum starvsfeløgum og tosa um felags áhugamál og royndir við lastblakoyring og fáa góð ráð frá hvørjum øðrum. Eisini at síggja hvussu aðrir halda sínar bilar, og hvussu teir prýða teir o.s.fr.
Trucker Festivalurin hevur stóran týdning fyri samanhaldið millum lastbilaførarar, sigur Marne Berg.