- Tað kunnu vera dagar í lívinum, sum venda øllum á høvdið. Hin 12. august í ár fór eg á Landssjúkrahúsið til kanningar, og nakrar tímar seinni fór eg haðani við úrslitinum: Tú hevur krabbamein í tjúkktarminum!
Tað sigur gjáarmaðurin, Sofus Debes Johannesen, sum eitt nú er kendur í bygdaráðs-og býráðspolitikki.
- Hetta kom sum ein skelkur, tí tað var avgjørt ikki hetta, eg hevði væntað. Men tey bóru skjótt at, og longu 18. august varð eg lagdur undir skurð á Landssjúkrahúsinum, har krabbin varð skorðin burtur. Skurðviðgerðin gekk væl, og eg kom skjótt fyri meg.
Hin 21. september skuldi Sofus so til samrøðu við onkolog um, hvat skuldi henda víðari. Her fekk hann tey gleðiligu boð, at royndirnar av øllum 25 lymfunum, tey høvdu tikið, vóru negativar, og at hann tískil slapp undan at fara í kemoviðgerð.
- Sostatt eri eg nú líka frískur, sum eg kenni meg. Tveir ymiskir dagar. 12. august fór eg stúrin av sjúkrahúsinum, og 21. september fór eg hjartans fegin aftur haðani.
Sofus Debes Johannesen er sera fegin um ta góðu viðgerð, hann fekk á Landssjúkrahúsinum, og hann leggur aftrat, at hann føldi seg sera væl í føroyska sjúkrahúsumhvørvinum.