Tað snýr seg um makt! ikki sannheit Karsten?

Annita á Fríðriksmørk

Karsten Hansen hevur valt at melda seg úr Tjóðveldisflokkinum. Tað er hansara val og hansara rættur. Og onki brigsl frá mær fyri tað!
Men tað, sum harmar meg eru hansara almennu grundgevingar fyri síni støðutakan. Trupulleikin hjá honum, sigur hann verða, at vit, sum nú eru partur av tingmanningini, ikki virða tey kristnu virðini í nóg stóran mun. Harvið hevur hann væl sagt seg føran fyri at døma um, hvør tulkar tey kristnu virðini rætt og hvør ikki!
Men hvussu nógv betri Karsten er í tí kristna heiminum enn eg og vit onnur, sum hann nú vil distansera seg frá, veit eg ikki. Eg loyvi mær tó rætt at nokta fyri, at tað skal verða so kristiligt at loyva diskriminering av fólki vegna seksuella orientering. At loyva háð og spott móti einum samfelagsbólki er óhugnaligt, og tá ið mann so ger tað við Bíbliuni í hondini, tá rennur tað mær kalt niður eftir rygginum. Hetta hevur í mínari verð onki við krisin virði at gera. Men líkist nógv meira blasfemi, ella tí sum víkir frá grundreglunum í kristnitrúnni!
Men Karsten má gjarna hava síni almennu sjónarmið! Men tá ið skjútsið m. a. gongur ímóti mær, loyvi eg mær hervið at seta spurnartekin við hansara grundgeving.
Í mínari verð snýr hendan avgerð hjá KH seg um vald og makt, og ikki um tey kristnu virðini, sum eg haldi, at hann pyntar seg við! Vald fær hann frá teimum, sum eru mobiliserað til at trúgva, at tað eru sonn kristin virði, at verða ímóti hesi grein. Og sum ókritiskt halda uppá, at tað er í tráð við Bíbliuna at loyva diskriminering av m.ø. teimum samkyndu.
Tá ið eg sigi, at tað eru nøkur, sum eru mobiliserað, so er tað tí, at tað hevur eydnast nøkrum at fáa nógv at trúgva, at tað er líkheitstekin millum tað at verða ímóti 266b og so kristnilæruna. Hetta er ikki rætt, men manipulatión av ringasta slag. Tað er ikki ókristiligt ella í stríð við bíbliuna at lóggeva móti háð og spott ímóti einum samfelagsbólki, tað verið seg ímóti teimum samkyndu ella onkrum øðrum.
Karsten Hansen hevur enn ongastaðni takka fyri okkara stuðul, og okkara samstarv, og kann tað tulkast, sum at vit ikki hava givið honum nóg mikið í so máta. Men vit sum sita innarlaga í Tjóðveldisflokkinum kenna neyvan nakran politikkara, sum er borin so á lógvum av okkum øðrum, sum Karsten Hansen er tað.
Karsten Hansen var ikki fólkavaldur í 1998. Hann var næstvaldur eftir Heina O Heinesen. Hóast hetta valdu vit 8, sum tá vóru fólkavald at velja Karsten Hansen til fíggjarmálaráðharra. Ein val, sum eg helt var rætt, og sum virkaði væl í heili 6 ár, - eina og aleina av treytaleysum stuðli frá øllum í hesi tingmanning, sum nú ikki skulu hava tey kristnu virðini uppá pláss.
Orsøkin er hendan famøsa greinin í revsilógini 266b, sum fær KH at takka fyri seg. Alt gott um tað, tí persónligar avgerðir av slíkum slag mugu virðast í mun til eina kollektiva avgerð, um at verða verandi í flokkinum. Men ímyndi tykkum, um avgerðin um 266b varð tikin í løgtinginum, meðan KH sat sum fíggjarmálaráðharri. Kann nakar hugsa sær til, at hann hevði farið frá sum fíggjarmálaráðharri, tí stuðlarnir hjá honum í løgtinginum tóku undir við 266b. Neyvan!
Í 2001 varð nýggjur formaður valdur fyri Tjóðveldisflokkin. Høgni Hoydal. Øll vit í tingmanningini og tey í landsstýrinum kendu tá Høgna’sa sjónarmið til bæði diskriminatiónsparagraffina og enntá til skrásett parlag. Eisini Karsten Hansen. Men tá var ongin trupulleiki hjá Karsten Hansen at stuðla hesum manni, við hesum nú ”manglandi kristnu virðum” og velja hann til formann í Tjóðveldisflokkinum. Og harvið velja Heina O Heinesen frá, sum annars er ímóti skrásettum parlag og ímóti 266b. Men tá taldu tey virðini ikki so nógv.
Men avgerðin hjá Karsten er hansara og viðurkend av okkum sum eftir sita. Haldi bara, at grundgevingar hansara, sum higartil eru førdar fram tykjast ikki viðurkenna aðrar fatanir. Tí hetta lesarabræv.