Jan Müller
Jens K. Vang
Um hesa tíðina á hvørjum ári savnast mong, ið hava sína gongd í brøðrasamkomunum kring landið, í Havnini til samfelagsstevnu, sum tað verður kallað. Samfelagsmøtini hava verið hildin í fleiri enn sjeyti ár. At stevnan í høvuðsstaðnum er í november komst av fyrstan tíð av, at tað hjá mongum var høgligt at sleppa dagligu skyldunum hesa ársins tíðina. Í slupptíðini komu fiskimenninir aftur í september, og hoyggingin og fjallið vóru fingin frá hondini, tá stevnt varð saman til samfelagsstevnu.
Samfelagið er øðrvísi, enn tað var, tá brøðurnir, sum teir kalla seg, løgdu høvuðsstevnuna hjá sær í november, men hóast tað so bjóðar samkoman í Ebenezer framvegis til samfelagsstevnu í november. Og hóast talið á teimum, sum søkja sjógvin er væl lægri nú, enn tað áður hevur verið, so verður sagt, at fyrireikararnir hava streymviðurskiftini í huga, tá teir bjóða inn til samfelagsstevnu. Hetta skal skiljast soleiðis, at stevnan verður ikki løgd í eini viku, tá streymurin er góður.
Stórt tal
Tað verður sagt, at í størstu fríkirkjurørsluni í landinum eru omanfyri 30 samkomur. Brøðurnir siga seg leggja stóran dent á, at allar samkomurnar eru sjálvstøðugar, og at tað er ikki nøkur sentralt stýrd leiðsla. Størstu samkomurnar eru í Havnini og í Klaksvík, men tað eru eisini nógvar samkomur kring oyggjarnar og ikki minst í Eysturoynni, har eisini heimamissiónin er nógv útbreidd, eru nógvar brøðrasamkomur.
Í vikuskiftinum settu fólk úr øllum hesum brøðrasamkomunum dám á høvu*sstaðin. Samfelagsstevnan var í ítróttarhøllini á Nabb, og um luttakaratalið verður brúkt at meta støðuna hjá brøðrasamkomunum út frá, so ber ikki til at siga annað, enn at brøðrarørslan framvegis stendur sterk í Føroyum. Á fundunum um vikuskiftið vóru onkra staðni millum 1500 og 2000 fólk, og tað er ikki eitt lægri tal, enn tað plagar at vera.
Út á kvøldini varð skipað fyri serligum fundum fyri yngra fólkið, og har var luttakaratalið omanfyri eitt túsund. Úr Ebenezer verður sagt, at millum luttakararnar á almennu fundunum ? bæði teimum, sum serliga vóru ætlaðir yngra fólkinum og eisini á hinum fundunum ? vitjaðu nógv fólk, sum vanliga ikki síggjast í brøðrasamkomunum. Talan var bæði um kirkjufremmand fólk og eisini um slík, sum hava sína dagligu gongd í onkra aðra kirkju ella samkomu, men sum koma til samfelagsmøtini.
Seinnapartin sunnudagin var hálvur annar tími frá tí at fyrri fundurin var liðugur og til kvøldfundurin, sum var tann síðsti, byrjaði. Hesa løtuna varð ein nátturðabiti bjóðaður øllum teimum, sum vóru til staðar. Fólk úr samkomunum í Havn og á Argjum høvdu smyrjibreyð við, og í eini handavending eydnaðist tað at syrgja fyri, at fleiri enn eitt túsund fólk fingu ein bita afturvið einum drekkamunni, samstundis sum høvi var at heilsa uppá fólk, ella at njóta samfelagið við hvønn annan, sum tað eisini verður rópt.
Kærleikin er drívmegin
Á samfelagsstevnuni kalla tey nakað evangeliskar fundir og nakað annað uppbyggingarfundir. Á evangelisku fundunum verður denturin lagdur á, at fólk skulu taka eina persónliga støðu fyri evangelinum. Bæði evangelisku fundirnir og uppbyggingarfundirnir eru almennir, men boðskapurin á uppbyggingarfundunum er rættaður móti teimum, sum eru í samkomuni. Tá verður tað við grundarlagi í skriftunum tosað um, hvussu trúgvandi fólk eiga at liva og fara fram, bæði í samkomuni og í gerandislívinum.
Sunnudagin seinnapartin hevði Páll Poulsen, sum seinastu tríati árini hevur verið millum framstandandi brøðurnar og sum nú telist millum leiðararnar í samkomuni á Argjum, høvuðstaluna.
Boðskapurin hjá honum var grundaður á opinberingina, sum Jóhannes apostul fekk á oynni Patmos, og tað var serliga út frá tí, sum í Opinberingarbókini og í tí triðja kapitlinum verður sagt um samkomuna í Efesus, at talarin gekk út frá og brúkti til áminning til stóru fjøldina.
Boðskapurin snúði seg um kærleikan. Talarin vísti á, at tað ber væl til hjá einari samkomu og hjá einstaklingum at halda fasaduna og lata sum um alt er, sum tað altíð hevur verið, og at hetta ikki nýtist at vera soleiðis, um persónar og samkomur eru farnar frá fyrsta kærleikanum, sum apostulin tekur til.
Talarin vísti á, at tað er ikki avgerandi, um samkomurnar broyta stíl og t.d. leggja praktisk viðurskifti øðrvísi til rættis, enn tær áður hava gjørt. Hann helt ikki, at tað í so máta var undarligt at laga seg eftir tíðini, men tað grundleggjandi í boðskapinum var, at tað er neyðugt framvegis at halda seg til grundarlagið, sum talarin metti vera kærleikan, sum møtir teimum, ið persónliga taka støðu fyri boðskapinum.
- Tað ber til at hava røttu læruna og at hava í menniskjaeygum røttu vanarnar, men hetta nyttar einki, um tann kristni kærleikin ikki drívur verkið, var áminningin hjá Pálli Poulsen til samkomuluttakararnar, áðrenn síðsti evangeliski fundurin, sum varð útvarpaður, varð hildin.