- Vit skulu hava fleiri í Føroyum.
Tað heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Hann fer nú at taka spurningin upp um at góðkenna fleiri pláss í Føroyum, sum grindapláss.
Helgi Abrahamsen, tingmaður, hevur spurt hann, hvussu støðan er viðvíkjandi hvalvágum.
Jacob Vestergaard staðfestir, at táið eitt pláss í síni tíð varð góðkent sum hvalvág, hevur størsti denturin verið lagdur á, um tað var hóskandi til grindarakstur, og at sandurin og botnviðurskiftini annars vóru hóskandi. Hinvegin varð minni dentur lagdur á umhvørviskrøv og útlát av spillivatni.
Men síðani eru onkrar umsóknir um fáa góðkenda hvalvág ikki gingin á møti, av tí at spillivatn rennur út á fjørðin og vánna.
Men nú er tað lógarkravt, at allar kommunur skulu gera eina spillivatnsætlan og leiða spillivatn út á streymasjógv.
- Hesar spillivatnsskipanir mugu vera lidnar, áðrenn fleiri hvalvágir verða góðkendar, sigur Jacob Vestergaard.
Hinvegin sigur hann eisini, at tá ið umhvørviskrøvini eru lokin, dugir hann ikki at síggja nakað til hindurs fyri at góðkenna onnur pláss sum hvalvág, eitt nú Skálabotn og onnur pláss og tað fer hann nú at kanna.
- Eg haldi, at vit skulu heldur hava fleiri grindapláss enn færri, leggur hann afturat, tí tað er bara ein fyrimunur at hava fleiri hvalvágir at velja ímillum.