- Tað skal vera pláss til at seta ferðina niður

- Tað liggur ikki í okkara mentan at lurta eftir einari heilari útgávu longur, heldur Søren Kepler, sum skipaði fyri the Eagles konsert síðsta vikuskiftið

Seinasta leygarkvøld varð skipað fyri einari stórfingnari heiðurskonsert fyri the Eagles í Norðurlandahúsinum, har øll Hotel California fløgan varð spæld frá byrjan til enda. 

 

Maðurin handan verkætlanina er danski trummusláarin, Søren Kepler. Hann hevði eina visión um at savna nakrar føroyskar tónleikarar saman fyri at spæla eitt heilt verk hjá the Eagles undir verkætlanarnavninum, ALBUM, sum hann frammanundan hevði góðar royndir við í Danmark við donskum tónleikarum.

 

Søren Kepler vildi við ALBUM verkætlanini geva lurtarum ein møguleika at fordjúpa seg í einum heilum verki, eins og mann gjørdi fyrr, tá mann hevði plátuspælara, og tónleikurin ikki var líka so atkomuligur sum í dag.

 

- Tað liggur ikki í okkara mentan at lurta eftir einari heilari útgávu longur. Tí er hetta ein máti at heiðra tónaskaldinum uppá, so lurtarin fær høvi at seta seg niður og lurta eftir øllum verkinum í einari í staðin fyri smáum brotum av sangum, sigur hann.

 

Nakrir ideologiskir grundtankar hjá Søren Kepler í hesari verkætlanini vóru rúmligheit, nærvera og felagsskapur.

 

- Tað skal vera pláss til at seta tempoið niður, og tað skal vera pláss til okkum øll og eisini allar sangirnar.