Tað skal vera flott og lekkurt

Føroyingar eru til meira enn skipstroyggir og covboybuksir. Tað má gjarna vera fínt og unikt, ikki minst til jólafrokostir, føðingardagar og brúdleyp. Ein av teimum, sum seymar korsagir og gallakjólar í Føroyum, er 28 ára gamla Berit Heinesen

Gerandisdagurin hjá Berit Heinesen er fyltur við telefonsamrøðum, telduskriving og øðrum skrivstovuarbeiði. Men tá langi føroyski veturin smoyggir sítt myrkur yvir landið, tekur Berit seymimaskinuna fram og seymar pløgg, sum einki hava við sjógv, seyð ella aðra siðbundna føroyska mentan at gera. Hon seymar pløgg, sum líka so væl kundi verið ætlað til Oscarshowið í Hollywood sum til eitt lítil tiltak í Føroyum.

Seymingin hoyrir frítíðini til, og hóast hon hevur útbúgving sum sniðgevi, hevur hon ikki roynt um tað ber til at liva av tí fulla tíð. Ikki enn í øllum førum.

- Tað er ymiskt, hvussu nógv eg seymi, tað er næstan sum hugurin er. Eg havi ikki gjørt nakað fyri at reklamera, og teir kundar eg havi, eru vinir og kenningar og onnur, sum hava hoyrt um meg frá onkrum øðrum, sigur Berit. Men hon hevur hug at gera meira við tað, og tað hevur eisini givið henni mót, at tað ber til hjá øðrum føroyskum sniðgevum.


Á góðum skúla

Avgerðin at fara á designskúla var ikki úrslit av langari og vælumhugsaðari planlegging.

- Eg hevði brúk fyri eini broyting í lívinum. Vinkonan segði, at hon fór niður á designskúla, og eg hugsaði, at tað var akkurát nakað fyri meg. Eg havi altíð seymað nógv, greiðir Berit frá. Hon hevði tá fingið við nógv ymiskt, millum annað at arbeiða í blómuhandli.

Á skúlanum lærdi hon at gera grundmynstur og tilpassa mynstur til allar støddir, so plaggið situr, júst sum tað skal. Útbúgvingin verður ofta brúkt sum grundútbúgving til aðrar designútbúgvingar, men Berit ynskti at flyta heimaftur og helt eisini, at hon hevði fingið nóg nógv burturúr til at framleiða tað, sum henni dámdi best, gallaklæðir til kvinnur.

- Vit høvdu ein fantastiska góðan lærara á skúlanum, Lars Andersen, sum visti alt um gallakjólar og sum dugdi væl at geva sína vitan og sín eldhug víðari, sigur Berit. Hesin lærarin var sjónvarpsviðmerkjari til gallakjólarnar í brúdleypinum hjá Mary og Fredrik.

Beint eftir at  Berit og vinkonan, Randi Olsen, fluttu heim, tóku tær lut í serframsýning hjá Gluggaglæmu. Tær høvdu gjørt tveir kjólar saman, sum komu við í framsýningina í Norðurlandahúsinum og seinni eisini við í somu framsýning í Íslandi undir heitinum, Grannaglóðir.


Klassiskt heldur enn serligt

Men Berit brennir meira fyri tí klassiskt flotta, sum øll kunnu brúka enn fyri tí fullkomiliga serliga og unika, sum bara nøkur fá hava dirvið at fara í.

- Eg elski at lata fólk væl í, og tá kjólin er liðugur og verður passaður, er tað líka stuttligt at vera eg, sum tað er at vera nøgdi kundin. Hon fær millum annað íblástur úr gomlum filmum, har kvinnurnar eru í flottum viktorianskum kjólum.

- Allar kvinnur kunnu síggja gott út í einum vælseymaðum kjóla, og korsagir geva ein heilt serligan holdning, sum framhevur tað rætta og slættar alt hitt út, sigur Berit flennandi.

Eftirspurningurin eftir korsagum og gallaklæðum er ikki so stórur í lítlu Føroyum, men Berit heldur, at fleiri og fleiri ynskja sær spesialseymað klæðir í dag. Og tað er vorðið nógv meira útbreitt at lata seg í gallaklæðir – eisini til smærri tiltøk sum brúdleyp og rundar føðingardagar.

- Tað byrjaði kanska við Planet Awards, og í dag skipa størru fyritøkurnar ofta fyri stórum tiltøkum, har starvsfólkini hava høvið at lata seg flott í og vísa seg frá síni allarbestu síðu. Eisini til jólafrokostar gera fólk nógv meira burturúr nú enn fyri bara fimm árum síðani. Og tað er at fegnast um, heldur Berit.

- Tað er bara gott, at øll ikki altíð bara eru grá og keðilig, men at tað er loyvt at fara í veistlu og síggja út sum wauw, sigur føroyski gallasniðgevin