Nú skulu pápar sleppa frá at møta persónliga upp hjá myndugleikunum at vátta, at teir eru pápi at einum barni.
Tað er endamáli við einum uppskoti, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, ætlar at leggja fyri Løgtingið í næstum.
Sum lógin er nú, skal ein pápi, tá ið hann ikki er giftur við mammuni, møta persónliga á Familjufyrisitingini í Havn og skriva undir eitt skjal, at hann viðurkennur faðirskapin at barninum.
Og tað er ikki serliga høgligt hjá teimum, sum ikki búgva í miðstaðarøkinum. Men nú skal tað bera til at gera hetta við eini skrivligari váttan, sum verður send Familjufyrisitingini.
Og tá ið skipanin við tí talgilda samleikanum verður sett í verk næsta ár, verður tað upp aftur lættari, tí tá skal tað bera til at vátta faðirskapin við eini elektroniskari undirskrift.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísir á, at fyri at tryggja rættindini hjá einum barni, skal tað staðfestast, hvør er pápin er.
Vil pápin ikki viðurkenna faðirskapin, verður málið lagt fyri rættin, sum so kann døma hann at vera pápi at barninum.
Í hesum sambandi hevur mamman skyldu at upplýsa, hvør pápin er. Vil hon ikki tað, verður málið latið løgregluni, sum kann áleggja eini mammu bót, ið ikki vil upplýsa, hvør pápin hjá barninum er, ella hvør møguligi pápin er.
Eru meiri enn ein møguligur pápi, beinir Familjufyrisitingin málið um faðirskap í rættin. Og tað ger hon eisini, tá ið tað kann er ivingarsamt um ið tann, sum mamman sigur er pápin – og sum viðurkennur faðirskapin, eisini í roynd og veru er pápi at barninum.