Landsverk vil hava fleiri bummgjøld
Landsverk sigur, at tað er heilt galið við játtanini til stovnin
Tað er heilt galið við játtanini til Landsverk.
Tað staðfestir Landsverk sjálvur í eini nýggjari frágreiðing.
Men fyri at fáa meiri pening at røkja og halda vegir tunlar og brýr, heldur Landsverk, at stundin er komin at seta fleiri bummar upp á vegum og í tunlum fyri at krevja gjald frá bilførarum.
Ein máti er eisini at hækka vegskattin ella at hækka prísin á brennievni 80 oyri liturin. Tað ber eisini til at taka eina samanrenning av bummgjaldi, hægri vegskatti og avgjaldi á brennievni.
–Skuldi játtanin til Landsverk rokkið til nøktandi rakstur og røkt av infrakervinum, átti hon at verið 72 milliónir krónur um árið, men hon er bara 42 milliónir krónur, sigur Landsverk.
Men Landsverk hevur nøkur uppskot um, hvussu tær írestandi 30 milliónirnar kunnu útvegast.
Ein máti er at hækka vegskattin 1.000 krónur fyri hvørt akfar, ella at hækka avgjaldið á brennievni 80 oyru liturin.
Ein annar máti er at seta gjaldsstøðir uppí fimm av teimum tunlunum við mestu ferðsluni, og áseta eitt gjald upp á seks krónur fyri hvønn bil.
Tað ber eisini til at seta sjey gjaldsstøðir upp á vegunum við mestu ferðsluni og at krevja fimm krónur fyri hvønn bil, sum koyrir eftir teimum.
Landsverk sigur, at tað ber eisini at gera eina samhaldsfasta skipan, har hvør bilur bara rindar eina ferð um dagin, tá koyrt verður gjøgnum eina gjaldsstøð, meðan restin av gjaldsstøðunum verða ókeypis at koyra ígjøgnum tann sama dagin.
Ein onnur loysn kundi verið at sett loft á, hvussu nógv verður rindað um dagin. Til dømis við ongantíð at lata gjaldið fara upp um 50 krónur um dagin, sama hvussu nógv ein koyrir.
Landsverk heldur, at slíkar gjaldsstøðirnar skulu ikki bara standa við tunnilsmunnarnar, tí tað kann vera freistandi hjá bilførarum at velja onkrar av gomlu og minni tryggu farleiðunum, har til ber at sleppa undan gjaldi.
– Eitt nú Leirvíkarvegin og vegirnar um Hovsegg og um Hestin til Sumbiar, ið ikki eru eins tryggir at koyra á sum ígjøgnum tunlarnar, sigur Landsverk.
Tað ber eisini at gera eina meira samhaldsfasta skipan, har hvør bilur til dømis bert rindar eina ferð um dagin, tá koyrt verður gjøgnum eina gjaldsstøð, meðan restin av gjaldsstøðunum verða ókeypis at koyra ígjøgnum tann sama dagin. Hetta er eitt slag av fastgjaldsskipan.
Ein onnur loysn kundi verið at sett loft á, hvussu nógv verður rindað um dagin. Til dømis við ongantíð at lata gjaldið fara upp um 50 krónur um dagin, óansæð hvussu nógv ein koyrir, sigur Landsverk.