Tað skal Jóhan Martin brúka starvslønina til

– Eg eri takksamur fyri at fáa starvsløn, sigur listamaðurin

33 ára gamli Jóhan Martin Christiansen var annað listafólkið, sum hesaferð fekk eitt ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, og tað fegnast hann um.

– Eg eri takksamur fyri at fáa starvsløn, og umframt at tað er ein viðurkenning av mínum listarliga arbeiði, gevur tað mær eisini møguleikan at arbeiða við ymiskum verkætlanum næstu tíðina, sigur hann við Sosialin.

– Eg havi fleiri ætlanir fyri framman. Eg skal hava eina framsýning í Steinprent í oktober, tað er ein størri verkætlan við nýggjum verkum, og tað fari eg at brúka summarið til.

– Eg havi eisini fleiri smærri verkætlanir fyri framman. Eitt nú skal eg vera við á einari ferðaframsýning, sum verður á trimum listasøvnum í Íslandi, Svøríki og USA. Og so skal eg eisini hugsavna meg um listarliga arbeiðið og gera nýggjar kanningar í mínum atelieri, sigur Jóhan Martin Christiansen við Sosialin.