Tað skal ikki verða dýrari at verða sjúkur

Landsstýrismaðurin mælir nú til at strika broytingarnar, sum hann annars sjálvur hevði skotið upp at seta í verk

Tað verður kortini ikki dýrari at verða sjúkur. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur nú skrivað Trivnaðarnevndini hjá Løgtingum bræv, har hann tekur ætlanina aftur.

Annars legði hann uppskot fyri Løgtingið herfyri um at minka tilskotið úr heilsitrygd til heilivág. Avleiðingin av tí hevði verið, at tey, sum hava varandi sjúkur, og sum sostatt hava stórar útreiðslur av heilivági, skulu rinda væl meiri fyri.

Les meiri her: Nógv dýrari verða verða sjúkur

Hetta elvdi til hvassar atfinningar og eitt nú segði Diabetisfelagið, at hetta verður til óbótaligan skaða fyri fólk við diabetis.

https://www.in.fo/news-detail/news/hon-er-vonbrotin-av-samgonguni/?no_cache=1Les meiri her: Hon er vónbrotin av samgonguni

Og síðani hevur landsstýrismaðurin bakka aftur. Hann viðgekk alment, at hatta var eitt mistak, tí at fólk við varandi sjúkum skulu ikki rakast harðari enn tey eru.

Og nú hevur hann so skrivað Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum skriv, har hann mælir til, at stuðulin frá Heilsutrygd til heilivág, verður óbroyttur, soleiðis at eingin skal rinda meiri enn tey nú gera.