Tað skal ganga fyri seg á Sandi

Sandoyingar hugsa um at styrkja um liðið við útlendskum spælarum, og uttan mun til hvør verður venjari, so skal hann búgva á Sandi


 

útlit


Leygardagin gjørdist tað greitt, at B71 komandi kappingarár skal spæla í 2. og ikki í 1. deild. Tað var ikki akkurát hetta, sum teir á Sandi høvdu vónað og eisini roknað við. Undan kappingarbyrjan hildu teir seg hava fólk til eitt pláss í hvussu so er omanfyri strikuna, men soleiðis gekst tað ikki. B71 vann tríggjar ferðir, eina ferð var javnleikur, og teir løgdu rygg til fjúrtan tap. Samlaði málmunurin var 17?52. Hetta bar níggjunda plássið við sær, og B71 tapti samanlagt kvalifikatiónsdystirnar ímóti Skála 4?2.

Síðstu stigini fekk B71, tá teir í fimtanda umfarinum vunnu 3?2 á heimavølli ímóti HB.

Í fyrsta umfarinum vunnu sandoyingar 1?0 á heimavølli ímóti EB/Streymi, og teir vunnu eisini útidystin ímóti EB/Streymi. Á Sundalagsstevnuni vunnu teir 1?0 og fóru við stóra steypinum og øllum stignum.


Lokali samleikin

Síðani B71 í 1989 fyrstu ferð kom í 1. deild og tók øll á bóli við at vinna meistaraheitið, hevur tað gingið upp og niður. Í 1990 var B71 í 2. deild, og har vóru teir aftur í 1998.

Í níti árunum vóru bestu úrslitini steypasigurin í 1993 og bronsukrónurnar í 1994. Tá fór at detta burturav meistaraliðnum frá 1989, og síðani fjórða plássið í 1995 hevur tað snúð seg um at halda liðnum í bestu deildini.

Í hesum stríðnum hevur verið neyðugt við fremmandari arbeiðsmegi. Onkra ferðina hava útlendskir spælarar hjálpt til, og í ár hevur meiri enn helmingurin av spælarunum verið aðra staðni frá í Føroyum.

Einasti spælarin, sum var við í 1989 og sum hevur verið við alla tíðina síðani tá, og sum framvegis er B71 spælari, er Eli Hentze. Hann er 31 ára gamal, og hann ætlar sær at vera við aftur komandi ár, tá B71 skal stríðast við ÍF, FS Vágar og Sumba um uppflytingarplássini:

? Tað hava verið nógvar broytingar hjá okkum seinastu árini. Umstøðurnar hava kravt tað. Royndirnar siga okkum, at tað er alneyðugt, at lokali samleikin er sterkur og sjónskur. Tað vil siga, at undir øllum umstøðum skal venjarin búgva her suðuri hjá okkum. Annars er vandin stórur fyri, at talan verður um eitt lið, sum venur á tveimum støðum, og at felagið mest sum hvørvur. Tað er sera óheppið.


Grundarlagið

Á Sandi eru fleiri evnaríkir og ungir spælarar. Men veteranurin og liðformaðurin heldur ikki, at B71 sleppur undan at leita aðra staðni eftir styrki. M. a. tí tað framvegis er ein veruleiki ? hóast tað er nógv meiri arbeiði á Sandi nú, enn tað var fyri fáum árum síðani ? at fleiri av ungu monnunum fara burtur.

? Tað var ikki greitt fyrrenn leygardagin, hvar vit skulu spæla komandi ár. Tí er tað nústaðni, at vit fara undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Vit hava tosað um møguleikan at fáa útlendskar spælarar henda vegin. Tað hava vit havt fleiri góðar royndir av, sigur Eli Hentze, og hugsar í tí sambandinum eitt nú um málverjan, Waldemar Nowisci, 40 ára gamla pólverjan, sum saman við konuni og børnunum so at siga er vorðin sandoyingur.