Tað skal dryppa á fleiri øki í býnum

Sum forkvinna í eldranevndini í Tórshavnar kommunu fegnist eg um umlættingardepilin URD, sum stendur klárur fyrsta dagin.

Eldri fólk við tørvi á likamligari stimbran, føðsluligari vegleiðing og sálarligari menning, fáa tilboð um búpláss í styttri og longri tíðarskeiði, eftir tørvi. Eins og onnur tilboð verða.

Tankin er, at betra um virkisføri og lívsdygd – soleiðis, sum tað er uppi í tíðini at siga, at leggja ár til lívið.

Í kjalarvørrinum av tí menning, vit sum kommuna stuðla undir og koyra av bakkastokki, síggi eg fyri mær eitt økt virksemi í býnum, eitt nú á venjingarmiðstøðum, á matstovum, í svimjihyli, á fríøkjum, ja, vit kunnu halda áfram.

At tey eldru síggjast aftur og seta litir á býarmyndina, er tað besta sum kann henda.

Samstundis biði eg um og leggi upp til allar góðar kreftir, sum kunnu koma við íblástri til at fáa so nógv burturúr sum til ber, bæði innan kommunalar karmar og  privat tilboð í býnum.

Saman røkka vit longri!

Bergun Kass,

býráðslimur og valevni hjá Framsókn!