Tað segði click

Ein deiliga tung útgáva av Clickhaze rokkaði á Platform hóskvøldið í einari øðrvísi útgávu av einum hóskvøldi á Jazzfestivalinum.

 

? Shh tig! Ikki tosa!

? Flyt teg. Ikki standa fyri!

Tað var ikki lætt at vera selskabligur á Platform hóskvøldið. Fólk flest vóru ikki á Platform fyri at práta við onnur, drekka øl, ella hyggja at hvørjum øðrum og hvat man annars kann fáa tíðina at ganga við eitt hóskvøld í Havn.

Tey vóru komin fyri at lurta.

Fólk møttu stundisliga, sum fólk vanliga gera til konsertir, og tey trý korterini, sum gingu frá at hurðurarnar vórðu lætnar upp til nakað hendi á pallinum kendust drúgv fyri tey, hóast barrin var opin, og tónleikur var í hátalarunum, og alt annars minti um eitt vanligt hóskvøld í býnum.


Pussað og brýnt

Hvat var hetta? Ein konsert á Jazzfestivalinum ella eitt kvøld á Platform við einum tónleikaligum innslagi? Tað var ógreitt.

Men so ikki kortini.

Tí so skjótt Clickhaze trein á pallin segði tað click, og við eitt bleiv barrin hálvtóm, fólk tagnaðu og nógv settu seg heilt fram undir pallin at lurta.

Hvar man sat kundi fyri so vítt gera tað sama, tí ljóðið í rúminum var einki at rópa hurrá fyri, men tað var Clickhaze hinvegin. Bólkurin er við tíðini og royndunum blivin pussaður og brýndur og hevur soleiðis ment seg frá at ganga undir heitinum »spennandi øðrvísi bólkur« til at osa av góðari dygd og spæligleði. Tað kundu dómararnir á Prix Føroyum staðfesta, og tað kundu áhoyrarnir hóskvøldið skriva undir uppá.

Onkur vil kalla tað, at Clickhaze hevur mist nakað av sínum sereyðkenni og er farið at líkjast meira útlendskum fyrimyndum. Men hin møguleikin er, at bólkurin nú hevur funnið ta hárfínu balansuna millum originalitet og popularitet, sum ger ein góðan bólk.

Á skránni fyri kvøldið vóru bæði Marygold og Clickhaze, men vegna forfall bar tíverri ikki til hjá Marygold at koma á pallin. Fyri at pallurin ikki skuldi standa tómur, lat Clickhaze ljóðførini sita í forsterkarunum longri enn ætlað, og tað hóvaði áhoyrunum.