Hondbóltur
Spenningurin var hampuliga stórur, tá mannfólkini í Vestmanna fóru undir fyrsta heimadystin hetta kappingarárið.
Mótstøðuliðið var StÍF, og var tað nakað lið, sum í fjør megnaði at seta kílar í VÍF-maskinuna, so vóru tað júst strandingar, sum umframt at vinna steypakappingina eisini syrgdu fyri, at vestmenningar ikki kundu ogna sær greipuna.
Ymisk upplegg
Hjá báðum hava tó nakrar broytingar verið í ár, í mun til í fjør, men hóast hetta, so løgdu bæði liðini ógvuliga hart út, tða dysturin mikukvøldið varð blástur í gongd.
Bæði ferð og kraft var í spælinum frá byrjan, og frá báðum pørtum varð roynt at leggja stórt trýst á mótstøðuverjurnar. Tað var tó stuttligt at síggja, hvussu ymisk liðini vóru í hesum royndum, eins og stórur munur var á verjuspælinum hjá pørtunum báðum.
Hjá VÍF gekk tað kanska meira tungt f¥ri seg, skilt á tann hátt, at tað serliga vóru tær báðar stóru kanónirnar, Sámal Joensen og Piddi Negru, sum hóttu, meðan kvikleikin og fótskifti hjá Inga Olsen var tað kreativa íkastið, sum av og á megnaði at taga strandaverjuna sundur, um so var, at hann ikki breyt ígjøgnum sjálvur.
Strandingarnir royndu at fáa sítt vørumerki ? tað skjóttgangandi álopsspælið - at koyra uttan um VÍF verjuna, fyri síðani at bróta ígjøgnum, tá hol stóðust av hesum.
Í verjunum var tað serliga stuttligt at síggja, hvussu gestirnir royndu at takla VÍF álopini nakað úti frá málteiginu, og fyrstu løtuna eydnaðist hetta eisini sera væl til tíðir. Vestmenningar koyrdu her meira við flatari verju, har risastóri miðblokkurin skuldi byrgja fyri bakkunum hjá mótstøðuni.
Eli á muni
Málskjótingin hesa løtuna sýnir, at tað var hjá heimaliðnum, at spæliætlanin eydnaðist best, men burtursæð frá álopi og verju, so var tað serliga ein orsøk til, at so varð. Málverjarnir.
Strandingar hava í ár fingið ein rumenska málverja, men hóast hesin so sanniliga hevur sínar dygdir, so var hann minni maðurin, um sammett verður við avrikið hjá Eli Müller í VÍF málinum. Stóru styrki hansara er at lesa mótstøðumenninar av, tá hesir lata skotini ganga, og um onkur strandingur hevði marruna hósnáttina, so er tað einki forgjørt í tí.
Til tíðir sá tað út til, at tað snøgt sagt kundi gera tað sama, hvussu skotroyndirnar vóru. Sjálvsagt fekk málverjin eisini hjálp frá verjuni, men nakrar av bjargingum hansara vóru veruliga í serflokki.
Bjargingar hansara viðførdi fyri tað fyrsta, at vestmenningar kundu skræða seg eitt sindur leysar á máltalvuni, og í øðrum lagi, at dirvi hjá strandingum at skjóta minkaði í stórum, soleiðis at tað at enda nærum bert var leikandi venjarin, sum gjørdi nakað um seg. Serstakliga var hetta sjónligt seinasta partin av fyrra hálvleiki, og tað var eisini júst hendan løtan, sum legði lunnar undir trygga heimasigurin.
Áki við aftur
Tað mundi tó kennast sum ein smeitur fyri VÍF, at Piddi Negru tíðliga í dystinum noyddist út við einum skaða í hondini. Serliga í verjupartinum var saknur í hædd hansara, men í álopspartinum høvdu vestmenningar tó eitt fult so gott alternativ at seta inn.
Áki Olsen hevur drigist við ein knæskaða undan kappingini, og var ikki við í fyrsta dystinum hjá VÍF, men hesa ferð var hann so á beinkinum. Helst var ikki ætlanin, at hann skuldi spæla nakran serligan leiklut í dystinum, men tá Piddi so varð skaddur, mátti stórskjúttin inn.
Lat tað verða sagt alt fyri eitt, at enn er venjingarstøðan hjá Áka ikki somikið góð, at full nytta fæst burtur úr evnum hansara, men hinvegin eru hesi somikið stór, at sjálvt við hálvari ferð var hann ein ríkiliga stórur biti hjá mótstøðuverjuni og ikki minst ? málverjanum
Undrunarvert
At vestmenningar høvdu vunnið sær eina somikið greiða leiðslu í hálvleikinum viðførdi, at gestirnir noyddust at satsa í seinna hálvleiki. Eina løtu sá eisini út til, at nakað av biti var í hesum royndunum, men tá teir so tvær ferðir upp í slag mistu í álopspartinum, samstundis sum vestmenningar revsaðu, fór seinasti ferðilin av spenningi úr dystinum.
Hóast hendan royndin hjá strandingum at venda dystinum sá út til órógva VÍF eina løtu, so vóru tað tó tveir lutir, sum undraðu ikki sørt í hesum royndunum.
Annar var, at StÍF ongan tíð fór út í eina mansverju av Inga Olsen, sum heilt greitt var stóri profilurin hjá VÍF. Ingi snøgt sagt stýrdi øllum álopunum hjá vestmenningum, og megnaði hann ikki at spæla viðleikarar leysar, var hann altíð maður fyri at bróta ígjøgnum sjálvur.
Hin var, at tað skuldu ganga 40 minuttir av dystinum, fyrr enn StÍF royndi at broyta nakað í strikuspælinum. StÍF hevði eisini sínar trupulleikar í hesum partinum í fyrsta dystinum móti Neistanum, og hóast hesin ikki kann loysast við nøkrum gandaorði, so var tað merkisvert, at Bent Djurhuus mátti bíða somikði leingi á beinkinum. Tað var nevnliga ikki fyrr enn hann kom inn, at talan veruliga gjørdist um strikuspæl hjá gestunum.
Sterkir meistarar
Sum sagt, so gjørdist talan, tá alt kom til alt, um ein hampuliga tryggan heimasigur, og hóast tað enn bert eru leiktir tveir dystir, so er tó sannlíkt, at VÍF aftur fer at gera nógv um seg í ár.
Størsti meinbogin undan kappingini varð roknaður at vera vongspælið, har bæði John Zachariasen og Martin Hummeland hava sagt fyribils farvæl, men nakar veruligur trupulleiki tóktist hetta tó ikki at vera mikukvøldið. Serliga tí Harald Bjørgvin og Johnny Joensen rúgvaðu sera væl upp á hesum plássi, men yvir høvur tí hópurin hjá VÍF tykist somikið breiður, at teir altíð hava onkrar alternativar møguleikar at tippa tey hol, sum íkoma á vøllinum.
Strandingar hava higartil tapt báðar sínar dystir, men hinvegin skal leggjast afturat, at hesir hava verið móti tveimum liðum, sum øll rona við í hondbóltsoddinum.
Í báðum dystunum hava tó verið tekin um, at StÍF eisini í ár fer at gera nakað um seg í hondbóltsoddinum. Útlendski íkastið á liðnum er av slíkum slag, at talan er um profilar, sum kunnu avgera dystir, og føroyski bulurin er avgjørt ikki veikur á nakran hátt. Tað kann væl vera, at strandingar ikki fara at gera meistarar í ár, men hinvegin er tað einki at ivast í, at teir fara at geva sítt íkast til, at talan aftur í vetur kann gerast um eina spennandi hondbóltskapping.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Ingi Olsen 7(2), Áki Olsen 5(2), Harald Bjørgvin 5, Sámal Joensen 4, Johnny Joensen 4, Ragnar Zachariasen 1, Agnar Joensen 1, Piddi Negru 1
StÍF: Costin Dumitrescu 11(5), Artur Johansen 3, Bent Djurhuus 2, Sveinur Justinussen 2, Janus Trúgvason 2, Andre F. Danielsen 2
Brotskøst: VÍF 5, StÍF 5
Útvísingar: VÍF 6, StÍF 2
Dómarar úr Tjaldri: Trúgvi Mortensen og Kári Hansen. Framdu avgjørt síni mistøk á vegnum, men myndugleiki teirra syrgdi tó fyri, at teir alla tíðina høvdu tamarhald á tí, sum fyrifórst á vøllinum.