Fiskivinna
Kendi íslendski fiskifrøðingurin, Jón Kristjánsson, hevur í fleiri ár fylgt við tí, sum hendir í føroysku fiskivinnuni.
Nú okkara fiskifrøðingar hava staðfest, at gróðurin og harvið føðin í havinum er lítil í mun til tann fisk, sum er á grunninum, heldur Jón, at tað nyttar einki at minka um fiskiskapin.
- Fiskifrøðingar siga, at tað er meira til av toski og hýsu í ár enn í fjør, og at
fiskurin er rak og smáttfallandi. Hetta er ein óheppin støða, og lítið kann gerast til tess at broyta gongdina.
Jón vísir á, at menniskjan er so lítið í mun til náttúruna, men heldur, at einasta gongda
leiðin er at fiska so nógv úr stovninum sum tilber, soleiðis at meira verður at eta hjá fiskinum, ið eftir er.
- Tað ringasta, sum føroyingar kunnu gera í eini støðu sum hesari, er at fylgja
tilmælunum hjá fiskifrøðingunum um at fiska minni.
Krónur og oyru
Hann heldur tað vera undarligt, at somu fólk, sum vildu skerja fiskidagarnar í summar við millum 35-50%, nú siga, at meira fiskur er á grunninum, enn teir hildu ? og uttan at blunka við!
- Hvar er ábyrgdin, og hvat hevði hent, um fiskimálaráðharrin hevði fylgt
tilráðingini?
At enda spyr Jón Kristjánsson, hvat hetta hevði kostað føroyska samfelagnum í
krónum og oyrum.