-Hetta var tað ringasta, sum kundi henda.
Tað var tann fyrsta viðmerkingin hjá Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra, tá tað var vorðið greitt leygarkvøldið, at íslendingar enn eina ferð høvdu vrakað eina semju um, hvussu Ísland skal rinda bretum og niðurlendingum tað, sum teir løgdu út, tá Icesave-bankin fór av knóranum.
Spenningurin var stórur, tá valhølini lótu upp leygarmorgunin. Væl hevði tann seinasta meiningakanningin víst, at 52 prosent ætlaðu sær at atkvøða ímóti semjuni, men kanningin vísti eisini, at nógv fólk høvdu framvegis ikki tikið støðu.
Men longu tá tey fyrstu tølini komu inn frá valstøðunum, var greitt, at veljararnir høvdu eisini sagt nei hesaferð. Í gjár var liðugt at telja, og tað endaliga úrslitið vísti, at 175.114 fólk høvdu verið og atkvøtt ella 75,3 prosent av veljarafjøldini. 69.462 fólk ella 40,2 prosent høvdu atkvøtt ja, og 103.207 fólk ella 59,8 prosent høvdu atkvøtt nei. 2.445 atkvøður taldu ikki við.
-Hetta málið hevur klovið tjóðina, og nú ræður um at forða fyri búskaparligum ruðuleika, segði Jóhanna Sigurðardóttir leygarkvøldið.
Ikki fleiri samráðingar
Bretar og niðurlendingar vóru skjótir at gera vart við seg, tá úrslitið av fólkaatkvøðuni í Íslandi var greitt.
-Tað er sjálvandi hugstoytt, at íslendingar vraka eina avtalu, sum teir hava samráðst seg til. Nú bendir alt á, at málið endar í einum dómstóli, segði bretski varafíggjarmálaráðharrin, Danny Alexander, við kringvarpið BBC. Hann legði afturat, at stjórnin í London virðir ta støðu, sum íslendska fólkið hevur til málið, og at bretar nú fara at tosa við hinar partarnar og serliga stjórnina í Niðurlondum.
Úr Haag eru orðini næstan tey somu sum úr London, men meiri avgjørd.
-Hetta er ikki gott - hvørki fyri Ísland ella Niðurlond. Vit fara ikki at samráðast aftur um hetta. Ísland hevur bundið seg til at gjalda, og nú fer málið til dómsvaldið, segði Jan Kees de Jager, fíggjarmálaráðharri, avgjørdur.
Orðini hjá niðurlendska fíggjarmálaráðharranum koma neyvan óvart á íslendsku politikararnar, tí longu leygarkvødlið segði Steingrímur J. Sigfússon, fíggjarmálaráðharri, at tað verða ikki fleiri samráðingar við bretar og niðurlendingar um Icesave-skuldina.
-Samráðingarleiðin er gingin at enda, segði hann.
Mist álit
Hóast Steingrímur J. Sigfússon hevur vissað umheimin um, at Ísland fer at halda sínar fíggjarligu skyldur, so eru flestu eygleiðarar á einum máli um, at úrslitið av fólkaatkvøðunum um Icesave-málið hevur gjørt, at álitið á Íslandi er viknað. Teir vísa á, at í lánsavtalunum, sum Ísland hevur gjørt við umheimin síðani bankakreppuna, hevur landið bundið seg til at halda altjóða avtalur, og at hóast Icesave-avtalan við Bretland og Niðurlond ikki er nevnd, er tað hon, sum sipað verður til.
Eygleiðararnir vísa eisini á, at eftir tað, sum er hent við Icesave-málinum, fara lond, grunnar og felagsskapir at aftra seg við at gera bindandi avtalur við Ísland.
Í einari blaðgrein í gjár kom fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin Uffe Ellemann-Jensen inná, at í næstum skulu íslendingar tingast sið ES um limaskap. Hann vísti á, at ES noyðist at geva íslendingum sersømdir á fiskivinnuøkinum, men legði afturat, at tað er ein spurningur, um ES torir at gera tað, tí alt bendir á, at ein fólkaatkvøða fer at vraka ein limasáttmála við ES kortini.
Andstøðan krevur nýval
Tær fyrstu ábendingarnar um úrslitið vóru ikki meiri enn kunngjørdar, tá andstøðan í Altinginum kunngjørdi, at hon vil hava nýval alt fyri eitt. Formaðurin í Sjálfstæðisflokkinum, Bjarni Benediktsson, segði í einum formansorðaskifti í sjónvarpinum, at tølini frá fólkaatkvøðuni vístu, at fólkið hevði ikki álit á stjórnini, og hann var ikki í iva um, at fleiri høvdu verið í valhølinum og atkvøtt nei fyri at vísa sítt misálit á stjórnina.
Formaðurin í Framsóknarflokkinum, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, tók undir við kravinum um nýval sum skjótast. Hansara grundgeving var, at naggatódn er komin í tað politiska arbeiðið við tí úrsliti, at einki kemur burturúr.
Men stjórnarflokkarnir halda onga orsøk vera til at skriva út val nú. Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, segði leygarkvøldið, at var úrslitið av fólkaatkvøðuni ein ósigur fyri stjórnina, var tað eisini ein ósigur fyri Altingið, tí 70 prosent av tingmanningini atkvøddi fyri semjuni, sum fólkið nú hevði vrakað. Hon legði afturat, at Icesave-málið hevur klovið tjóðina í tvíningar, og at nú ræður um at semjast um, hvussu tað ber til at koma burtur úr hesari støðuni.
Heldur ikki fíggjarmálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, heldur tað vera rætt við vali, hóast fólkið hevur vrakað tvær Icesave-semjur.
MYNDATEKSTIR:
Mynd Jóhanna Sigurðardóttir?Myndatekstur:
Jóhanna Sigurðardóttir: -Hetta málið hevur klovið tjóðina, og nú ræður um at forða fyri búskaparligum ruðuleika
Mynd Ísland valhøli:?Myndatekstur:
Av teimum 175.000 íslendingunum, sum greiddu atkvøðu, atkvøddu 103.000 ímóti Icesave-semjuni (Mynd: Morgunblaðið)