Tað riggar viðhvørt, men ikki altíð...

Hóast tað ikki eydnaðist at koppa Jørg­eni Niclasen sum floks­for­manni í Fólka­flokk­i­num, so hevur tað eydnast fyrr – eisini hjá eini kvinnu at koppa einum manni. Tað hendi eitt nú, tá Lisbeth Pet­­er­sen bjóð­aði Ed­mundi Jo­­en­sen av til for­mans­val­ið í Sam­bands­flokk­i­num í 2001. Lis­beth vann og Ed­mund tapti.

Í 1995 hendi tað øvugta, at ein mað­ur royndi at koppi eini kvinn­u. Tað var, tá Jó­ann­es Eid­es­gaard bjóð­aði Mar­itu Pet­er­­sen av til for­mans­val­ið í Javn­að­ar­flokk­i­num. Men tað rigg­aði ikki. Jó­ann­es Eid­es­gaard tapti upp­gerð­ina. Hann gjørd­ist kort­ini for­mað­ur ár­ið eft­ir, tá Mar­ita Pet­er­sen legði frá sær, og Jó­ann­es Eid­es­gaard var ein­asta val­evni.

Tjóðveldi hevði eisini eina upp­gerð, tá Høgni Hoy­­dal koppaði Heina O. Hein­e­sen sum formanni í 1998.

Sjávlstýrisflokkurin hevði eisini eina for­mans­upp­gerð í fjør, tá Kári á Rógvi vann for­mans­upp­gerð­­ina. Kári P. Højgaard legði kongin, áðrenn lands­fund­­ur­in tók støðu til upp­gerð­­ina.

Um vikuskiftið fer Fólk­a­­flokk­urin eftir øllum at døma at taka innstillngina av Jørg­eni Niclasen sum for­­manni til eftirtektar.