Tað riggar ikki

Liðskiparin á neistaliðnum, Áki Mørk, vildi ikki tosa um nakra kreppu á neistaliðnum, men hann ásannaði tó, at alt ikki gongur eftir vild í løtuni.

- Tekur tú dystin í dag, so er trupulleikin hjá okkum fyrst og fremst í verjupartinum, har tað slettis ikki koyrir hjá okkum.

Annars var hann ikki ósamdur í, at tað tykist ikki sum liðið hongur nóg væl saman í løtuni.

- Nei, tað sært tú eisini á vøllinum. Vit virka als ikki nóg motiveraðir, men eg dugi ikki rættiliga at siga hví tað er soleiðis.

- Útskiftingin á liðnum hevur ikki verið somikið stór, at talan er um eitt heilt nýtt lið, men í løtuni riggar tað ikki hjá okkum. Kanska er tað ein trupulleiki, at vit skifta ov nógv ígjgønum dystin.

Spurdur um málið fyri kappinginarárið er óbroytt, sigur hann, at tað er tað so avgjørt.

- Vit ætla okkum framvegis at enda millum trý tey ovastu.