Tað riggar at ávirka dómaran

Ein norskur ítróttarsálarfrøðingur staðfestir nú, at tað riggar, tá spælarar, áskoðarar, venjarar og onnur royna at ávirka dómaran.
- Bæði tilvitað og ótilvitað verður dómarin ávirkaður. Øll sálarfrøði snýr seg um stimulering, og tað er ómenniskjansligt, um ein dómari ikki letur seg ávirka av hesum, sigur Nordstrand Jacobsen.
Útsagnir hansara verða eisini stuðlaðar av hagtølum úr norsku Tippeliguni. Har verður hvørt ár givið á leið 100 gul kort fleiri til útivøllarlið í mun til heimavøllarlið.