Einki er at siga til, um tvørámenn iðraðu seg, tá teir leygardagin fóru suður aftur. Teir høvdu verið í Sandavági og spælt. Ferðin var høg, og nervin var, sum tað sømir seg, tá topplið í næstbestu deildini dystast.
Tvørámenninir høvdu havt sera gott tak á í 1. hálvleiki, men teir høvdu bara fingið eitt mál burturúr fleiri møguleikum. Tríggir minuttir vóru farnir av seinna umfarinum, tá teir fingu gyltan møguleika at økja um leiðsluna og eftir øllum sólarmerkjum at døma at avgera sær sjálvum til fyrimunar. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, men ólukkutíð fyri TB smekkaði Óli Johannesen í tvørtræið aftanfyri Jóhan á Mýrini.
Tríggjar minuttir seinni javnaði heimaliðið, so vendi gongdin, tríggjar minuttir seinni kom heimaliðið framum, teir øktu eftir 71 minuttir, og høvuðsálopsmaðurin hjá teimum, John Johansen, brendi brotsspark, men tað bilti ikki so nógv, tí TB megnaði ikki at svara aftur.
TB málið var til lærubøkurnar um, hvussu tað skal berast at í skjótálopi. Sonni Johansen hjá FSV var leysur, men Magni Hentze í TB málinum bjargaði, hann spældi skjótt út, og eftir eina millumstøð endaði bólturin hjá Dan Mortensen, sum smekkaði í netið.
Útjavnandi málið átti Tór-Ingar Akselsen. Hannus Olsen legði innfyri úr vinstru, bólturin lá eitt sindur aftarlaga, men ungi maðurin megnaði kortini at stúta í kassan.
John Johansen varð skrásettur fyri 2-1 málið. Birgir Joensen fekk fatur á í brotsteiginum, snaraði kring seg sjálvan, sendi upp undir samankomingina og út aftur, og so var álopsfelagin fyrstur á returbóltinum.
Eyðfinn Davidsen, sum var miðvallari í høgru, staðfesti sigurin við skoti úr seytjan metrum, eftir at Sjúrður Ellefsen, ið var innskiftur, hevði trillað upp á tvørs.