Tað byrjaði stillisliga seinnapartin, tá ið nakrir svimjarar vunnu seg í finaluna. Síðan fór bogaskjóting í gongd, og gjørdu teir ikki mætari enn at vinna Føroyum sjey heiðursmerki. Fimm gull, eitt silvur og eina bronsu.
Tá ið fóra at líða móti dagsenda fóru svimjifinalurnar í gongd. Hetta vísti seg eisini at gerast ein stórur heiðursmerkjaslúkari fyri Føroyar, tí svimjararnir vunnu heili átta heiðursmerki. Fimm gull, eitt silvur og tvær bronsur.
Leggjast kann afturat, at øll gullmerkini her vórðu vunnin við heldur sannførandi stíli.
Føroyar hava nú samanlagt 14 gull, 9 silvur og 6 bronsu.