Tað var ein serlig løta undan dystinum, tá ið sponsku liðini Real Betis og Eibar í gjár spældu 1-1-javnleik á leikvøllinum hjá Real Betis, Estadio Benito Villamarín í Sevilla.
Áskoðararnir hjá Real Betis hava sum siðvenju at tveita bamsur og aðrar leikur á vøllin undan seinasta dystinum undan jólum, og hetta gjørdu teir 49.426 áskoðararnir aftur í gjár.
Bamsurnar og leikurnar verða latnar til børn í Sevilla-økinum, sum hava tørv á jólahjálp.
- Hetta fara vit at minnast í allar ævir. Takk fyri at tit enn eiunaferð vísa okkum, at tit eru heimsins bestu fjepparar, skrivar Real Betis í einari tøkk til fjeppararnar á twitter.










