Tað rapar hjá KÍ

Kurvan hjá KÍ hevur beina kós niðureftir. Leygardagin fingu klaksvíkingarnir av at vita í Vági, har VB við einum knúsandi 5-1 sigri lyfti sær av botnsessinum

Fótbóltur

Longu undan dystinum á Eiðinum leygardagin tóktist greitt, at formkurvan hjá teimum báðum liðunum peikaði hvør sín veg. Hóast tapið fyri B36 í miðvikuni, so hevur tað sæð hampuliga skilagott út hjá VB seinastu tíðina, meðan tað hinvegin ikki hevur vilja borið nakað sum helst til hjá KÍ.
At vágbingar so eisini sóu møguleikan í at fara av niðurflytingarsessinum mundu verið ein betri sálarlig gularót, enn hóttanin um botnstríð var fyri KÍ.
Tí var kanska ikki annað væntandi, enn at talan gjørdist ein hampuliga spentan fyrra hálvleik, har hvørgin parturin vildi ota seg alt ov langt fram á vøllin, og á tann hátt liggja berur aftanfyri.

Sálarligur munur
Vágbingar tóktust tó at vera sálarliga betri gearaðir til dystin. Teir vunnu fleiri nærdystir, teir vóru grammari á bóltinum, og meira enn nakað, so sýndist hugburðurin hjá hvørjum einstøkum spælara eisini at vera betri, enn hann var hjá KÍ.
Tí var tað kanska einamest ein spurningur um tíð, áðrenn hol kom á, og tann tíðin var komin stutt inn í seinna hálvleikl. Tá skoraði Dan Djurhuus eftir gott uppspæl í høgru, og so hildu vágbingar, at nú vóru stigini heima.
Klaksvíkingarnir svaraðu tó aftur, tá Heðin á Lakjuni við annars kalda høgra beininum langaði bóltin í kassan, men fyri KÍ mundi hetta kennast á leið sum at pissa í buksurnar ein kaldan vetrardag.
Vágbingar settu bara meira á, og tá teir so aftur skoraðu, rapaði alt saman hjá KÍ. Við einum 1-5 ósigri fóru teir sum flongdir hundar norður um fjørðin, meðan vágbingar hinvegin kundu fegnast. Teir lyftu seg av botnsessinum, og tað mundi í øllum førum kennast sum stórur fløvi, áðrenn studentarveitsla og jóansøka komu á skránna.

Truplir heimadystir á skránni
So er spurningurin, um góða lagið fer at standa við. Komandi umfarið skal VB taka ímóti meistarunum úr HB, og verður hugburðurin til ta uppgávuna tann sami, sum hann hevur verið seinastu ferðirnar, so eru stig á ongan hátt óhugsandi.
KÍ skal tá á heimavølli taka ímóti B36, og nú eru stig mest sum vorðin lívneyðug hjá teimum bláu. Hvat lið talan er um, hevur kanska minni týdning í so máta, og við eini dystarskrá, sum telir tey bæði havnarfeløgini á rað, er helst eingin løtt loysn hjá klaksvíkingunum.