Tað rakar serliga sandoyingar og suðuroyingar

Skúlaheimið í Havn er illa farið og løgtingsmaður spyr nú Jenis av Rana, hvat hann fer at gera

 Hvat ætlar Jenis av Rana at gera fyri at bøta um trivnaðin á Skúlaheiminum í Marknagili í Havn. Tað vil Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, nú hava at vita.

Tí hevur hann nú spurt Jenis av Rana, landsstýrsmann í mentamálum, nær tær átrokandi umvælingarnar verða gjørdar, og um hann yvirhøvur hevur nakra ætlan við Skúlaheiminum.   

Hann vísir á, at Skúlaheimið í Marknagili er tann tryggi bústaðurin hjá lærlingum kring landið og helst er tað tann størsti savningarmiðdepilin fyri lærlingar, serliga úr Suðuroynni og Sandoynni.

Har eru vinabond knýtt fyri lívið og í uppihaldsrúmunum, og í felagskøkinum, hittast lærlingar til gaman og álvara eftir skúlatíð.

– Hesa seinastu tíðina hevur trivnaðurin kortini fingið eitt skot fyri bógvin, tí tað er plásstrot í nýggja, stóra, og stásiliga grannabygninginum, Glasi og tí hevur Glasir yvirtikið uppihaldsrúmið, og stórar partar av Skúlaheiminum annars, til undirvísingarhøli. Og Bjarni Hammer vil hava at vita, nær lærlingarnir fáa tey aftur.

Skúlaheimið er uppslitið og hevur brúk fyri ábøtum, serliga hava kømrini, baðirúm og wc, átrokandi tørv á ábótum. Fyri einum 25 árum síðani, vórðu vindeygu skift og bygningurin varð klæddar, men nú hava veður og vindur av álvara sett síni spor

– Ætlanin við skúlaheiminum var, at tað skuldi vera eitt heim, har næmingar sova, eta, og njóta frítíðina saman við øðrum næmingum. Manglandi ábøtur, og tað at Glasir hevur yvirtikið uppihaldsrúm, og annað, kann hava ávirkan á trivnaðin á staðnum.