Nógv er broytt øll hesi ár, og handilin er nógv broyttur, bæði í stødd, útbúnaði og ikki minst í vøruúrvali.
Sigrið Midjord hevur nógv ymiskt at minnast aftur á øll hesi ár.
- Eg minnist so væl, tá vit fyrstu ferð fingu piparfrukt. Eg helt, at eg skuldi ringja til Poul Hansen, heilsølu og spyrja, um fruktin kundi etast rá ella kókað, sigur hon brosandi.
Sigrið Midjord heldur, at handilin í Fuglafirði hevði eini fimm ár á baki, tá hon byrjaði.
- Tá varð nógv tosað um, at hetta longu tá var ein sjálvtøkuhandil. Onkur helt, at hetta fór ikki at rigga, tí fólk fóru bara at taka vørur við sær. Men, tey, sum tá stóðu aftan fyri handilin, hugsaðu longur.
Hon sigur, at sum handilsleiðari noyðist tú at hava allar “antennur” úti, og tú skal fylgja væl við, hvat er frammi.
- Tað ræður um at vera “on” og fylgja væl við, bæði her heima og úti, sigur Sigrið Midjord.