Vágbingurin Gunnar Hjelm var ovurfegin, tá ið hann leygardagin fyrst kom í finaluna og seinni um dagin endaði sum numar tvey í danmarksmeistarkappingini í bodybuilding.
- Eg var bæði fegin og rørdur. Eg hevði sett mær eitt mál, og eg rakk tí.
Áhugin fyri kappingini var stórur. Tað var útselt, tað blunkaði alla tíðina frá blitsum, og serliga var Gunnar Hjelm fegin, tá ið hann hoyrdi føroyingar heppa og rópa navn sítt.
- Tað var bara so ótruligt, tá ið teppið fór frá, og tónleikurin dundi.
Hann kendi bara ein av hinum luttakarunum frá tíðini, hann var bodybuildari í Danmark. Men har vóru onkrir við sum hjálparfólk, og teir hildu tað vera stuttligt, at hann royndi seg aftur, nú hann er blivin 46 ára gamal.
So skjótt sum kappingin var av, skundaði hann sær heim til mammuna, sum býr í Albertslund uttan fyri Keypmannahavn. Har komu nógv fólk at fáa sær ein góðan bita, og tey høvdu eitt hugnaligt kvøld.
Tað bleiv seint, men Gunnar Hjelm var tíðliga á fótum morgunin eftir, tí hann skuldi til Føroya.
Sonurin Teit í Vági fylti 10 ár henda dagin, og hann vildi fyri alt í verðini heim í føðingardag hjá soninum.
Og tað eydnaðist, tí skiparin á Smyrli játtaði at útseta fráferðina hjá Smyrli úr Havn sunnumorgunin í nakrar minuttir.
- Sum tað var deiligt at síggja børnini Teit, sum nú er 10 ára gamal, og 13 ára gomlu dóttrina Siv aftur. Eg havi verið í Danmark í seks vikur.
Tíðliga mánamorgunin fór Gunnar Hjelm aftur til Havnar, har hann býr og arbeiðir sum varaleiðari á Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum.
Vit práta mest um lívið og tær avbjóðingar, sum tað gevur.
Hann var ungur, tá ið foreldrini fóru frá hvør øðrum, og mamman flutti til Danmarkar. Hann fór aftaná mammuni.
Føroyameistari í svimjing
15 ára gamal lærdi Gunnar Hjelm seg at svimja, og beinanvegin brann hann fyri svimjingini, og hann bleiv føroyameistari.
Tá ið hann flutti til Danmarkar fór hann at svimja við næstbesta liðinum hjá Albertslund og kom eisini á fremsta lið.
Hann fór at arbeiða sum lívbjargari, og í hølunum sá hann fólk í kropsvenjing.
? Eg bleiv púra bitin av tí, legði svimjingina til viks og fór í eitt annað felag at venja bodybuiling og styrki.
Gunnar Hjelm sigur, at hann var sera hugtikin av Rocky-filmunum í 70-árunum og 80-árunum, og teir filmarnir góvu honum íblástur at hugsa meira um sín kropp.
- Tónleikurin í filmunum hevur fylgt mær øll árini, og meðan eg vandi til DM nú, hevði eg eisini alla tíðina tónleikin í oyrunum.
Gunnar Hjelm sær seg sjálvan eitt sindur aftur í Rocky.
Sterkur vilji
- Hann var einki, men hann hevði ein ótrúligan vilja til at fáa kroppin mentan. Tann hugburðurin hevur fylt mær alla tíðina, og eg havi lisið bøkurnar hjá Sylvester Stalone og Arnold Schwarzenegger. Fyri at náa málinum skalt tú venja, og samstundis er neyðugt at hugsa um kostin, tí alt hongur saman.
Í 1990 tók Gunnar Hjelm útbúgving sum portørur og arbeiddi á sjukrahúsinum á Frederiksberg líka til 2005, tá ið hann, konan og børnini bæði fluttu heim aftur til Føroya. Tey búsettu seg í Vági í gamla barnaheimi hansara, sum hann keypti og setti í stand.
Tvey tey fyrstu árini arbeiddi hann sum portørur á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men í 2007 fekk hann nýggjar avbjóðingar á Landssjúkrahúsinum, har hann síðan hevur verið varaleiðari á sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum.
Gott arbeiðspláss
- Eg kenni meg ógvuliga væl í arbeiðinum. Hetta er eitt gott arbeiðspláss. Vit kunnu tosa saman, og tað ber væl til at hava eina aðra hugsan enn hini, tí tú verur dømd fyri tað fakliga.
Í 2009 fóru Gunnar Hjelm og konan frá hvør øðrum, og tá ið pápin bráðdoyði tríggjar mánaðir seinni, og hann so misti ein beiggja eisini tríggjar mánaðir eftir, fóru beinini fullkomiliga undan honum.
- Øll fáa onkuntíð perónligar truppulleikar og eru ólukkulig, og tá er gott at hava góðar vinir at tosa við. Eg møtti stórum forstáilsi frá mínum leiðara og hinum starvsfeløgunum, sigur Gunnar Hjelm.
Størstu hjálpina fekk hann frá góðu vinkonu síni Borgný Kjærbæk, sum gjørdi honum greitt, at hann ikki var tann sami longur. Hon bað hann eisini siga, nær í lívinum, hann hevði havt tað best.
Venjingin ger væl
Hann kom til, at bestu árini hjá honum høvdu verið, tá ið hann vandi, og tá setti hann í seg aftur at fara at venja.
- Spurningurin er ikki, hvussu hart lívið fer við tær, men hvussu hart tú upplivir slagið, og so ræður um at finna mátan at koma víðari.
Gunnar Hjelm fór at venja í Yndi Fitness, og hann vandi dúgliga upp undir DM-kappingina.
Tá ið hann vigaði mest, var vektin 123 kilo. Nú er hann komin niður á 84,9 kilo.
Kappingin er farin afturum, men Gunnar Hjelm ætlar ikki at gevast við venjingini. Hann ætlar at venja fýra ella fimm ferðir um vikuna. Haraftrat gongur hann nógv, og tað er við fullari ferð. Hvørt einasta kvøld gongur hann ein langan túr.
Samstundis hugsar hann altíð um kostin.
Kanska
Gunnar Hjelm dugir ikki at svara upp á spurningin, um hann aftur fer at stilla upp til DM í bodybuilding. Upp á ein máta kundi hann hugsar sær at roynt aftur, tá ið hann verður 50 ára gamal. Hann hevur trý ár at hugsa seg um í og fyrireika seg, verður tað álvari.
- Eg vil fegin vera ein góð fyrimynd hjá teimum, sum koma í somu støðu, sum eg var í. Eg hevði næstan mist meg sjálvan burtur, men kom fyri meg aftur, setti í meg at tveita 30-40 kilo av mær, og tað eydnaðist. Lívið er ikki liðugt, um vektin verður ov nógv. Tað ræður um at fóta sær, seta sær mál og stevna móti málinum.
- Er vit nøgd við okkum sjálvi, verða hini nøgd við at vera saman við okkum. Útstrála vit gleði, verða hini eisini glað.
- Tað størsta eitt menniskja kann gera, er at kunnu hjálpa øðrum. Eg vil fegin rætta hondina út til teirra, sum ikki við egnari hjálp megna at koma víðari, sigur Gunnar Hjelm.