Fíggjarlógaruppskotið fyri 2011 legði upp til, at stuðulin til Ítróttarsambandið skuldi skerjast við 500.000 krónum. Tað varð broytt. Skerjingin verður 200.000 krónur. Ítróttarsambandið harmast um hvørja skerjing, tí hon hevur beinleiðis ávirkan á virksemið hjá ítróttarrørsluni, segði Petur Elias Petersen.
– Tað er okkara greiða vón, at politiska skipanin fer at taka ábyrgd og hækka játtanina til ítróttin heldur enn at royna at klípa av henni, tá høvi býðst. Tað hevur alstóran týdning fyri eitt og hvørt sjálvboðið arbeiði, at viðurskiftini við almennar myndugleikar – bæði kommunalar og almennar – eru góð. Báðir partar royna í hvør sínum lag at stuðla undir og lívga virksemið hjá einstaklinginum, segði Petur Elias Petersen í síni røðu.
Limaskapurin í OL
Forsetin ásannaði, at tað eru ikki útlit fyri sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í Altjóða Olympisku Nevndini, og har við sjálvstøðugari luttøku í Olympisku Leikunum í bræði, hevur Ítróttasamband Føroya tikið upp samstarv við Donsku Olympisku Nevndina og Altjóða Olympisku Nevndina við tí endamáli at geva evnaríkum føroyingum møguleika fyri at luttaka í Olympisku Leikunum. Petur Elias Petersen segði, at avtala er gjørd við Altjóða Svimjisambandið FINA, Svimjisamband Føroya og Danska Svimjisambandið, sum loyvir føroyskum svimjarum at umboða Føroyar í øllum altjóða kappingum, samstundis sum teir umboða Danmark í Olympisku Leikunum, uttan at fáa leikbann fyri at skifta tjóðskap.
– Við hesi avtaluni er ein ítøkiligur trupulleiki loystur við tað, at føroyskir svimjarar, sum tildømis Pál Joensen, sum hava prógvað sítt høga støði í altjóða kappingum, nú hava møguleikan at kvalifisera seg til luttøku í Olympisku Leikunum, segði hann.
Oyggjaleikirnar í 2021
Forsetin í Ítróttarsambandinum vísti á, at stjórnin í Ítróttarsambandinum og almennu myndugleikarnir hava verið positiv um at hýsa Oyggjaleikunum í 2021. Tað hevur higartil verið hørð kapping millum limaoyggjarnar um at sleppa at skipa fyri leikunum. Altjóða Oyggjaleikanevndin arbeiðir við at broyta skipanina, soleiðis at tær oyggjar, ið ynskja at skipa fyri leikunum, verða settar í eina røð, so at áhugaðar oyggjar fáa møguleikan so líðandi, uttan at skula vinna eina kapping við aðrar oyggjar um leikirnar.
– Tað er tó ein fortreyt, at Føroyar, eins og aðrar áhugaðar oyggjar, megna at sannføra Altjóða Oyggjaleikanevndina um, at vit megna at skipa fyri einum so stórum altjóða tiltaki, sum oyggjaleikirnir eru. Størstu avbjóðingarnar eru innivist og manglandi umstøður í ávísum ítróttargreinum, sum tildømis golf, skjóting og tennis, segði Petur Elias Petersen.
Nevndarvalið
Nevndarval var eisini á skránni á aðalfundinum. Petur Ove Petersen var valdur til varaforseta næstu tvey árini, uttan mótvalevni. Katrin Joensen var eisini vald til skrivara í starvsnevndini næstu tvey árini, uttan mótvalevni. Nýggjur varalimur í starvsnevndini er Anna Rein.