Tað praktiska mótvegis prinsippum

Anfinn Kallsberg vísti á ta praktisku nyttu, hesar lógirnar hava, og Høgni Hoydal ávaraði hinvegin ímóti, at tá virðir og visjónir mugu víkja fyri ?praktiskum loysnum? er fólkaræðið í vanda

Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg fóru aftur í klórnar á hvørjum øðrum undir 3. viðgerð av yvirtøku- og heimildarlógini
Anfinn Kallsberg lýsti støðuna soleiðis, at Høgni Hoydal bert kjakast út frá nøkrum teoretiskum prinsippum, sum ikki føra nakran veg, meðan hann sjálvur tók útgangsstøði í, hvat praktiskt er møguligt í hesi støðu.
- Tað er ein fyrimunur hjá Høgna Hoydal, at hesi mál ikki verða avgreidd, tí at so kann hann halda fram við tí stríði, sum hann hevur ført seinastu árini, segði Anfinn Kallsberg.
Høgni Hoydal vísti til fyrrverandi svenska forsætisráðharran, Olof Palme, ið segði, at so skjótt sum tær sokallaðu praktisku loysnirnar vinna á øllum visjónum og virðum á tí politiska pallinum, er tað eitt álvarsamt sjúkueyðkenni í fólkaræðinum.

Líkist gomlu yvirtøkulógini
Anfinn Kallsberg vísti á, at hendan yvirtøkulógin líkist nógv tí yvirtøkulóg, sum Høgni og Anfinn vóru samdir um undir tí seinnu sjálvstýrissamgonguni.
- Hetta er einasti praktiski vegurin ímóti størri sjálvstýri, og tað er við at tøma heimastýrislógina, segði Anfinn Kallsberg á Fólkatingsins røðarapalli. Tí skilir hann ikki, hví Høgni Hoydal ikki kundi taka undir við hesi lógini.
- Mangt skal man hoyra, áðrenn av dettur oyrað. Og nú skal eg ansa eftir ikki at gerast illur, var svarið hjá Høgna.
- Hesar lógirnar eru eitt tómt skal við tí endamáli at innibyrgja okkara sjálvstýri enn meira. Yvirtøkurnar verða ikki framdar, og tá er einki vunnið, segði Høgni Hoydal og legði eisini Anfinn undir at hava hálsað um í síni støðu til ríkisfelagsskapin síðan sjálvstýrissamgongan var í velmaktini.

Lesarabræv frá Fogh
Á síðu 10 í dagsins blað hevur danski forsætisráðharrin eitt lesarabræv, har hann dregur saman um gongdina og ætlanina við hesum báðum lógunum.
Hóast Fogh hevur verið upptikin á ES-toppfundi, hevur hann funnið tíð til at skriva lesarabrævið í sambandi við yvirtøku- og heimildarlóginar.
- Den nye ordning, som vi nu indfører, bygger på en overenskomst mellem Færøernes landsstyre og den danske regering som ligeværdige parter, sigur forsætisráðharrin í brævinum.
Hendan definitiónin av ?ligeværdige parter? umfatar tó ikki uttanríkismál, tí sum forsætisráðharrin sigur í svari til politisku-búskaparligu nevndina í Fólkatinginum, at ?lovforslaget bygger således ikke?på en ligestilling mellem regeringen og landsstyret i udenrigspolitiske anliggender?.
Orðið ?ligeværdighed? merkir sostatt ikki tað sama sum orðið ?ligestilling?.
Forsætisráðharrin sigur víðari, at avtalan byggir á ta felagsyvirlýsing, sum forsætisráðharrin og løgmaður undirskrivaðu tann 5. apríl.