TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fyrra partin av sendingini "Fótbóltspanelið", sum var á Rás2 seinnapartin.
Í hesum partinum hoyra vit Trónd Arge meta um teir fimm dystirnar, sum verða í miðumfarinum - tí fjúrtanda umfarinum av 27 møguligum - í effodeildini sunnudagin :
Sunnudagin klokkan 15: ÍF-B68
Sunnudagin klokkan 15: TB-NSÍ
Sunnudagin klokkan 15: KÍ-Víkingur (Rás2 sigur frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: HB-B36 (Rás2 sigur frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 17: Skála-AB (Rás2 sigur frá seinna hálvleiki frá klokkan 18)
Tróndur Arge hevur NSÍ, sum favoritt ímóti TB, og hann hevur eisini B36, sum favoritt ímóti HB. Um ársins dyst higartil í kappingini KÍ-Víkingur norðuri í Klaksvík heldur Tróndur Arge, at tað eru fleiri lutir, sum peika ímóti KÍ-sigri í løtuni.