70 ára minni: Bara tveir dagar eftir at kríggið endaði, varð føroyski frælsisstríðsmaðurin í Danmark, Otto í Smæruni, skotin í pannuna av einum týskum hermanni.
Otto Jacobsen, ella Otto í Smæruni, var bara 17 ára gamal, tá hann fór til Danmarkar at læra til slaktara. Ætlanin var, at hann skuldi byrja slaktaradeild í handlinum hjá foreldrunum í Havn, Smæruni.
Otto var í Danmark, tá kríggið brast á, og slapp tí ikki heimaftur til Føroya. Í Danmark kom hann upp í mótstøðurørlsuna, har hann fekk hevði ein týðandi leiklut.
Tá kríggið var liðugt, skuldi hann heimaftur. Tann 7. mai í 1945, tveir dagar eftir at kríggið endaði, sendi hann fjarrit heim til Føroyar at siga frá, at alt stóð væl til, og at tey – hann, konan og sonurin, komu heim so skjótt sum tað bar til.
Samstundis fær hann fjarrit heimanífrá, at tey vóru vælkomin heim og yngstu teimum alt gott.
Seinnapartin hendan dagin koma Otto og ein annar frælsisstríðsmaður framvið hjá einum slaktara, sum kemur út á gøtuna og rópar á teir, tí hann hevði trupulleikar av tveimum týskum soldátum, sum høvdu keypt eitt pund av smøri og goldið við einari tveykrónu. Slaktarin vildi hava, at teir keyptu fyri smørmerki, og tað vildu teir ikki geva frá sær.
Otto og vinmaður hansara, sum júst tá vóru uttan fyri handilin, komu so inn til slaktaran. Vinmaðurin fór beina kós til annan soldátin, men Otto biður hann lata seg sleppa at tosa við hann. Otto segði seg duga betur at tosa tyskt. Otto gevur vinmanninum sína riflu, og teir fóru so útum. Men tá hann sær, at týskarin tekur revolvaran fram, tekur Otto hendurnar yvir høvd at geva seg yvir, men tá skjýtur týski soldáturin Otto í pannuna. Otto doyði á staðnum.
Vinmaðurin gjørdi skjótt av og skuldi skjóta soldátin, men riflan kiksaði, og tá týskarin vil skjóta hann eisini, kiksar revolvarin. Vinmaðurin hjá Otto fekk stundir at sikta og skjóta soldátin, sum doyði á staðnum.
Heima í Føroyum fekk familjan í Smæruni sorgarboðini í fjarriti. Alt hendi sama dag. Farrit frá Otto um, at alt stóð væl til, og at tey komu heim skjótast gjørligt, og fjarrit til Otto um, at tey eru vælkomin heim, og fjarrit niðrifrá til Smæruna:
Otto er faldet for tysk morderhaand.
Hetta fjarrit fekk Oscar Jacobsen, bróðir Otto, tá ið hann henda dag var á telefonstøðini í Havn. Hann las innihaldið og bleiv skelkaður. Hann stakk fjarritið í lumman og hættaði sær ikki at vísa foreldrunum tað fyrr enn um kvøldið. Tá kundi hann ikki halda sær longur. Tey vóru longu farin at fyrireika seg til, at Otto skuldi koma heim við konu og soni, sum tey ongantíð høvdu sæð.
Lesið áhugaverdu frágreiðingina um Otto í Smæruni og vanlagnuna, honum var fyri, sum Mathias Lassen skrivaði í Sosialinum síðsta vikuskifti VIÐ AT TRÝSTA HER