Tá øltornið skal út

Nú verða pissitorn sett upp, so øltornini sleppa útaftur

 

 

Í Danmark hava tey í fleiri førum sett sonevnd urinaltorn upp, tá festivalar og onnur tiltøk verða hildin.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sá torn av hesum slagnum á eini konsert herfyri, og hann helt hetta vera eitt somikið gott hugskot, at tað eisini kundi brúkast í okkara egna høvuðsstaði.

 

Seks torn eru nú komi til landið, og hesi skulu standa sína roynd, tá Voxbotn verður hildið í næstum.