Tað nyttar ikki at seta seg at gráta

? Eg kann ikki siga, at eg eri bjartskygdari um støðuna hjá Suðuroynni eftir fundin við Landsstýrið mikudagin. Hinvegin hendi heldur onki, sum fær meg at síggja svartari uppá tað, sigur Viberg Sørensen, formaður í Suðuroyar Oljuvinnuráð

 

Økismenning


Tað kom ikki nógv burturúr fundinum, sum Suðuroyar Oljuvinnuráð hevði við landsstýrið mikudagin.

Eftir, at tað varð greitt, at Drelnes er vrakað sum oljuhavn, hevur Suðuroyar Oljuvinnuráð biðið um fund við Landsstýrið at viðgerða framtíðarmøguleikarnar í Suðuroynni.

Ein fundur var herfyri og ein fundur var aftur nú mikudagin.

? Eg veit ikki hvat eg skal siga. Tað er synd at siga, at eg bleiv stórt bjartskygdari á fundinum, sigur Viberg Sørensen, formaður í Suðuroyar Oljuvinnuráð.

?Men hinvegin hendi heldur onki, sum ger meg dapurskygdari um oynna, enn eg var frammanundan, leggur hann afturat.

Hann sigur, at á fundinum greiddu teir landsstýrinum frá støðuni í Suðuroynni.

? Men tað er onki nýtt í hesum og Landsstýrið veit væl, hvussu støðan í Suðuroynni er.

Viberg Sørensen sigur, at á fundinum vildi Suðuroyar Oljuvinnuráð hava at vita, hvørji stig landsstýrið ætlar at taka, fyri at fáa Suðuroynna á føtur aftur.

? Tað varð ein drúgvur fundur, tí vit vildu hava eitt svar heimaftur við okkum. Men vit mugu ásanna, at í løtuni fæst onki eintýðugt svar úr landsstýrinum.

? Tí kann ikki sigast, at fundurin fekk meg at síggja ljósari upp á framtíðina nú, enn eg gjørdi frammanundan, sigur Viberg Sørensen.

Hann sigur, at sjálva oljuhavnina varð ikki tosað so nógv um.

? Vit hava fingið púra greitt, at í fyrsta umfari er onki at gera hjá okkum í Suðuroy, tí nú vendst ikki aftur. ? Men fyribils verður bara tosað um leitiskeiðið. Vit kunnu so bara vóna, at støðan verður øðrvísi, um oljuboring tekur seg upp, sigur Viberg Sørensen.


Nyttar ikki at gráta

Viberg Sørensen leggur dent á, at teir vóru ikki farnir út úr landsstýrið at biðja um sosialhjálp úr Landskassanum.

Hann sigur, at tað einasta, suðuroyingar biðja um, er, at suðuroyingar fáa tað, sum tilkemur teimum.

? At Suðuroyggin liggur, har hon liggur, eigur ikki at vera ein bági hjá okkum, sum búgva í oynni.

? Tað gjørdu vit landsstýrinum greitt. Vit løgdu dent á, at tað einasta, vit vilja, tað er at suðuroyingar fáa somu møguleikar at liva og virka sum restin av landinum.

? Tað hava suðuroyingar als ikki í løtuni. Hann vísir m.a. á, at kappingarførið hjá vinnulívinum í vinnulívinum í Suuroynni er munandi verri enn hjá vinnulívinum í landinum annars, tí at ferðasambandið til meginøkið er so vánaligt.

?Tað er líka skjótt hjá einum virki norðanfjørðs at senda fólk til Danmarkar at arbeiða, og at fáa tey til húsar aftur, sum tað er hjá einum virki í Suðuroy at senda fólk norðureftir at arbeiða- ella hjá einum virki norðaneftir at senda fólk til Suðuroyar at arbeiða.

? Hetta darvar kappingrførinum hjá vinnulívinum í Suðuroynni nógv. Tí er samferðslan við miðstaðarøkið ein avgerandi fyritreyt, skal Suðuroyggin mennast aftur.

? Tí hava vit alla tíðina ført fram, at verður oljuhavnin ikki løgd í Suðuroynni, hevur vinnulívið í Suðuroynni ongan møguleika at koma upp í part, tí samferðslan ger tað ómøguligt hjá tí at átaka sær arbeiði norðanfyri.

Formaðurin í Suðuroyar Oljuvinnuráð er sannførdur um, at einasti máti at fáa Suðuroyni hesar sømdir er at halda á í stríðnum fyri batnandi umstøðum- og tað má gerast í samstarvi við onnur.

? Tað nyttar ikki at suðuroyingar geva skarvin yvir og seta seg í ein krók at gráta um sína egnu ússaligheit. Vit mugu áhaldandi arbeiða fyri at bøta um støðuna og royna at ávirka landsmyndugleikarnar til at taka støðuna upp.