Tað nýggjasta nýggja

Alt innan teir nýggjastu filmarnar og fløgurnar frá 3´aranum í SMS

Filmar

Elsker dig for evigt

Høvuðsleiklutir: Mads Mikkelsen, Sonja Richter, Nikolaj Kaas og Paprika Steen
Longd: 108 minuttir
Prod. ár: 2002

Cecilie og Joakim eru ung og forelskað. Tey hava lívið frammanfyri sær. Tey skulu giftast. Marie og Niels eru longu gift. Lukkuliga. Við trimum børnum. Men í einum lagnusekundi bresta lagnurnar hjá teimum fýra saman og ein nýggjur, ómøguligur kærleiki kemur burturúr...

John Q

Høvuðsleiklutir: Denzel Washington, James Woods, Anne Heche, Kimberly Elise og Ray Liotta
Longd: 112 minuttir
Prod. ár: 2002

Tá lítli sonur John Q fer í skelk undir einum baseballdysti, uppdaga læknarnir, at hann hevur brúk fyri einum nýggjum hjarta fyri at yvirliva.
John arbeiðir á eini stórari fabrikk, og hevur har ígjøgnum setanaravtaluna rætt til læknahjálp. Men felagið hevur vegna vánaligar tíðir valt eina nýggja tryggingarskipan fyri tey arbeiðandi, sum ikki telur stórar skurðviðgerðir við.
Sjúkrahúsið noktar tí at stilla dreingin inn til at fáa nýtt hjarta uttan at tey fáa 30.000 dollarar, sum er ómøguligt hjá John at fáa fatur á. Hetta noyðir John út í tað ekstrema, og tá hann spakuliga sær sonin gerast verri og verri fyri, tekur hann málið í egnar hendur og burturflytir tann hjartaskurðlæknan, sum skal gera viðgerðina og øll á skaðastovuni á sjúkrahúsinum.
Gíðslatøkan er ein heitt nýggjheit fyri ryktið hjá sjúkrahúsinum, løgregluna og ikki minst fjølmiðlarnar, sum sjálvandi senda beinleiðis frá sjúkrahúsinum...

Signs

Høvuðsleiklutir: Mel Gibson
Longd: 102 minuttir
Prod. ár: 2002

Graham Hess (Mel Gibson) er ein prestur, sum hevur mist trúnna á Guð eftir, at kona hansara doyði í eini bilvanlukku. Hann er einsamallur og býr á einum garði í Pennsylvania saman við børnunum báðum og beiggja sínum Merrill (Joaquin Phoenix). Ein morgunin uppdagar Graham nakrar stórar, symmetriskar rundingar á markunum hjá sær. Hvør hevur gjørt teir? Og hví? Ella er hetta bara skemt hjá teimum ungu har um leiðir? Men so byrjar teir løgnu rundingarnir at koma fram allastaðni í heiminum. Tey eru nógvir av teimum, og teir eru alt ov fullkomnir til at vera gjørdir við menniskjahond...

Pluto Nash

Høvuðleiklutir: Eddie Murphy
Longd: 91 minuttir
Prod ár: 2002

Tyngdakraftin virkar eitt sættapart, men tað er 100% stuttligt. Soleiðis er mánin tá Eddie Murphy foldar seg út í Pluto Nash. Vápnaður við tí breiða kjaftinum og serligum mánavápnum spælir Murphy høvuðleiklutin í hesum action-skemtifilminum.
Árið er 2087 og framtíðin er ikki tað hon einaferð var, har eitt nú gangstararnir leggja trýst á Club Pluto, sum er náttklubbin, sum Nash hevur. Men hesin djarvi Pluto hevur ikki hugsað um at steðga. Við hjálp frá robotlívvaktini og eini vónríkari sangarindu, mammu hansara, einum hopleysum amatør og fleiri øðrum, sendir Pluto skjótt mafiuna á villspor...

Christina Agiulera

Heiti: Stripped
Skeringar: 20
Plátufelag: RCA Records

Emotions

Bólkar: A-Ha, C-21, Destiny´s Child, Shakira, Enrique Iglesias, James Sampson, Bee Gees, Anastacia, Abba, Robbie Williams o.o.
Dupultfløga
Skeringar 18 + 18
Plátufelag: Universal

Bravo

Bólkar: Ashanti, Avril Lavigne, DJ Bobo, A*Teens, O-Town, Eminem, Busta Rhymes, Sugababes, Ronan Keating, Captain Jack, Robbie Williams o.o
Dupultfløga
Skeringar: 19+20
Plátufelag: Warner Music

The Essential
Ozzy Osbourne

Dupultfløga
Skeringar: 16 + 14
Plátufelag: Sony Music
Sweet Dance vol. 2

Bólkar: Snoop dogg, feat, Pharell, Uncle Charlie Wilson, Busta Rhymes, LL Cool J, Aaliyah, Nelly, Jay-Z o.o
Skeringar: 17 + 1
Plátufelag: EMI Records, Denmark

Razz
Heiti: Kast dine hænder op
Skeringar: 14
Plátufelag: Universal