Danski embæitsmaðurin Per Lachmann hevur verið nakað frammi í sambandi við føroyska kjakið um uttanríkisheimildir.
Vit hava ringt til danska embætismannin.
Per Lachmann starvast til dagligt hjá Udenrigsministeriet, har hann millum annað virkar sum ráðgevi í føroyskum og grønlendskum viðurskiftum. Men hann er ikki nógv fyri at gera viðmerkingar til føroysk viðurskifti.
- Eg veit væl, at í føroyskum sjónvarpi eri hongdur út fyri at vera tann, sum tulkar grundlógina og forði føroyingum, men tað er púra skeivt fatað, sigur Per Lachmann.
Tað er ístaðin í danska løgmálaráðnum og í statsministeriet, at vit skulu finna upphavið til donsku grundlógartulkingina.
Hann vil heldur ikki sjálvur gera viðmerkingar til, hvat hann heldur um tulkingarnar av grundlógini.
- Tað er í stóran mun eitt politiskt mál, sum eg ikki vil blanda meg uppí, sigur Per Lachmann.
Maksimum
Danska grundlógartulkingin er avgerandi, sambært Per Lachmann. Tað er hon, sum avmarkar hvat ber og ikki ber til. Lovforslag nr. 126, sum eisini umrøtt aðrastaðni í Tinghelluni, er maksimum fyri, hvat grønlendingar og føroyingar kunnu vænta sær.
- Tað ber ikki til hjá grønlendingum og føroyingum at fáa størri heimildir enn tær í lógaruppskoti nr. 126. Tað forðar grundlógin fyri, heldur Per Lachmann
Danski embætismaðurin heldur, at lógaruppskot nr. 126 gevur størri møguleikar fyri Grønland uttan at fara uttan um heimildirnar í grundlógini.
Og stórvegis meira fáa vit ikki danska embætismannin at siga.