? Hetta er tað mest óanstendiga eg havi upplivað í mínum politiska lívið. Tað undrar meg sera nógv, at løgmaður ikki er maður fyri at siga hetta mann til mann, men kemur við hesum, meðan eg eri uttanlands, segði Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, við Sjónvarp Føroya á middegi í gjár.
Høgni Hoydal er staddur í Stókholmi í Svøríki, men hann tosaði við løgmann mánakvøldið, tá løgmaður boðaði frá avgerðini, og gav Annlis Bjarkhamar høvi sjálv at siga seg úr starvi.
? Tað allar minsta var, at løgmaður vildi tosa við okkum um hetta, so vit kundu finna eina semju. Men tað var hann ikki maður fyri, segði Høgni Hoydal, sum minti á fleiri onnur viðurskifti viðvíkjandi landsstýrismonnum, tá løgmaður hevði góða tíð.
Hann nevndi t. d. tá John Petersen, landsstýrismaður og fólkafloksmaður var skuldsettur fyri neyðtøku, tá hevði løgmaður góða tíð at bíða.
Hann nevndi, tá Finnbogi Arge, landsstýrismaður og fólkafloksmaður setti og koyrdi ein ein landsverkfrøðing yvir eina nátt. Tá hevði løgmaður góða tíð og gjørdi kortini einki, fyrr enn samgongan tók seg saman at krevja av løgmanni, at hann gav landsstýrismanninum eina nøs.
Hann nevndi eisini málið um niðurstøðuna hjá kanningarstjóra um Jørgin Niclasen, landsstýrismann og fólkafloksmann, sum heldur ikki hevði skund hjá løgmanni, og sum endaði við, at Tjóðveldisflokkurin mátti taka undir við einum misálitisuppskoti.
Høgni Hoydal vil ikki siga, um ella hvørjar avleiðingar hetta fær fyri landsstýrissamgonguna. Men hann sigur, at tað sum sigast skal, verður sagt við Anfinn Kallsberg, mann til mann og ikki varpað út í fjølmiðlunum áðrenn røttu viðkomandi hava fingið boðini.