– Eg hevði vónað, at eg slapp undan at leggja hetta málið fyri býráðið eina ferð afturat. Men tað slepst tíverri ikki undan, staðfesti Jákup Dam, formaður í Teknisku Nevnd hjá Tórshavnar býráð.
Tórshavnar Býráð noyðist nevniliga enn eina fer at játta meiri pening til mest umrødd krossveg í landinum. Talan er um krossvegin, har Ringvegurin og Hvítanesvegurin møtast, oman fyri Hoydalar.
Hesin krossvegurin hevur ligið sum kastibløka ímillum fleiri av teimum seinastu býráðunum, tí tað hevur verið hopleyst at finna semja um, antin tey skuldu gera eina rundkoyring, ella um tey skuldu seta ferðsluljós upp.
Samstundis versnaður ferðsluviðurskiftini alsamt og nú skar so hetta býráðið ígjøgnum og gjørdi av at seta ferðsluljós upp.
Samstundis skuldi eitt spor gerast afturat til bilar, sum komu yviri við Strond og skuldu niðan eftir Hvítanesvegnum og í tí sambandi skuldi ein volli leggjast í niðara borð fyri at verja Hoydalar fyri óljóði.
Men nú arbeiðið er komið væl áleiðis, verða býráðslimir greiðir yvir, at ljóðvollin er spardur burtur, uttan at býráðslimir hava fingið boð um tað.
Ein orsøk til tað er, at tað skuldi væl meiri grót til ífyllingina í ljóðvollan enn tær mongdir, sum stóðu í útbjóðingartilfarinum, og sostatt verður arbeiðið næstan eina millión dýrari enn ætlað.
Hetta gjørdi arbeiðstakarin vart við, áðrenn sáttmálin varð undirskrivaður, men hann fekk at vita, at úrokningarnar vóru rættar.
Men nú arbeiðið gongur sína gongd, vísti tað seg kortini, at arbeiðstakarin fekk rætt. Men á býráðsfundi í Havn hóskvøldið, átalaðu býráðslimir harðliga, at so stórar broytingar verða gjørdar í eini verkætlan, uttan at tey frætta hvørki orð ella eið um tað.
Tey vísa á, at Býráðið hevur samtykt at ljóðvollin skuldi gerast, og Marin Katrina Frýdal heldur, at tað er ikki álitisvekjandi, at partar av verkætlanini verða tiknir burtur úr, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður, uttan at býráðslimir eru kunnaðir um tað yvirhøvur. Og hon heitti á borgarstjóran um at bera so í bandi, at tað ikki hendi aftur.
Odd Færø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin heldur, at hetta eigur at fáa onkrar avleiðingar, og tað er Jákup Dam, samdur í. Hann dugir ikki at siga, hvørjar avleiðingarnar verða, men tað fer ikki aftur við borðinum uttan nakað, staðfesti hann.
Tí mátti býráðið nú játta eina millión afturat fyri at fáa arbeiðið liðugt, og tað gjørdi Býráðið einmælt hóskvøldið.











