Kríggj er sorgarleikur, sama hvørjar umstøðurnar eru. Oftast hava vit ikki hilling á, hvat stríðið stendur um, tak eitt nú harmleikin í Kekkenia. Ein heil tjóð hevur verið slættað niður og vit taka (og hava leingið tikið) alt við akslayppum og knappliga tað. Sama kann sigast um onnur kríggj, sum hava staðið við í ártíggjur eitt nú á Sri Lanka, í Sudan og aðrastaðni.
Men hví nertir kríggið í Miðeystri øðrvísi við okkum enn onnur kríggj. Hvussu bert tað til, at hjartað alt í einum vil kippast upp í hálsin, tá ið myndir birtast á skíggjan av samanbrestum við og innan fyri Libanska landamarkið. Satt at siga kemur orrustan, sum nú stendur við Miðjarðarhavsbotn, ikki uppímóti grimdarstríðnum í Kekkenia í djevulskapi og grimd.
Verri enn so.
Svarið er so einfalt, sum tað er særsøkið. Tað fellur í tríggjar og ein hálvan part. Her taka vit fyrst fyri tríggjar teir fyrstu partarnar fyri: olju, heimsveldasøgu og samvitsku (hálvpartin drýggja vit til seinni).
Um oljuna er at siga, at ófriður, serliga bráðkomin ófriður, vil trýsta prísin á hesi neyðsynjarvøru upp og hægri oljuprísur sæst ólagaliga skjótt aftur bæði í lands- og vanligum húsarhaldi.
Men heimsveldasøgan? Soleiðis sum hon tók seg upp eftir seinna heimsbardaga við køldum kríggi og øllum, sum har uppií hekk, var tað ikki at undra, at meginbrotrivan millum eystur og vestur kom at ganga gjøgnum miðeystur við øllum tí oljutilfeingi, ið har er. Upp ígjøgnum hálvtrýssini skákaðu viðurskiftini í miðeystri sær so, at amerikanarar ongastaðni fingu høgligari fótafesti við Miðjarðarhavsbotn enn í Ísrael, sum á henda hátt gjørdist ein miðdepil í heimspolitikkinum á jøvnum føti við t.d. Vestur-Berlin. Hvør spenningsbroyting í økinum, sjálvt hin minsta kundi føra til vopnaðan samanbrest, men samanbrestur í sínum lagi skjótt enda við heimskríggið og tað var eisini um reppið fleiri ferðir, eitt nú undir oktoberkrígnum í 1973. Heima á klettunum, her so at siga alt var forborgið, sum hevði við útheimin at gera, vóru fá tó so óflættiliga blind, at tey ikki sóu, at slíkt skaðabrot, sum heimskríggj óumberliga er, fór at geva okkum ein heldur geislavirknari lut í ævinleika enn tann, sum fráboðaður var á guðstænastum og møtum. Tískil sótu og sita føroyingar enn sum á nálum, verður Miðeystur nevnt í ófriðarhøpi.
Men samvitska, meðni? Hvussu kemur samvitska upp í alt hetta?
Lat meg beinanvegin taka fram, at eg í hesum sambandi ikki hugsi um persónliga samvitsku, men felags-samvitsku, eina samhaldsfasta samvitsku so at siga, t.e. eina sam-evropeiska samvitsku, ið eyðvitað eisini er sam-kristin samvitska (t.e. samvitska við støði í kristnum siðareglum). Henda samvitska hevur havt meiri at siga fyri samlagið millum Ísrael og onnur miðeysturlond enn mangan kanska grunar. Í tvey túsund ár traðkaði kristin dómur á gýðingin, traðkaði hann niður úr allari virðing og ætlaði honum lagnu og stað uttan fyri gildisøki hjá samvitsku síni. Í úti við tvey túsund ár fann kristin trúgv ongar áneyðir at skammast um atferð sína móti gýðinginum. Hann átti alt uppiborið, alt uttan lív og rætt. Ikki fyrr enn portrini í týskum týningarlegum brádliga vórðu tveitt upp á bak á vári í 1945, tástani skammaðist hon og skammaðist við lít. Kolsvørt samvitska vildi nú ikki bert umbera gýðingin, men eisini fáa honum eitt heim, eitt ríki fyri seg sjálvan og eingin kærdi seg minsta vet um, at umnevnda ríkið varð stovnað í einum landi, sum onnur tjóð longu hevði bygt í næstan tjúgu øldir (ella ið hvussu er eitt hálvt ártúsund longri enn nøkur tjóð hevði búð í Mið- og Norður-Evropa). Og hin sam-evropeiska/kristna samvitskan hevur verið drúgv at blikna aftur. So drúgv, at trýss ár eftir at sortin legðist yvir hana, trekast Evropa enn við og vil heldur umbera Ísraelsríki enn tala at teimum, ið har ráða fyri borgum, hóast skilagrundir mangan hava verið fyri tí tey seinnu árini.
Men nú til hálvpartin, ið eg tók frá í byrjanini.
Tað er hetta serliga lagið, ið ger vart við seg í føroyskum hugburði og orðaskifti um viðurskiftini í Miðeystri. Eg hugsi um tað vestanhavsættaða (og himprist ikki við at siga eitraða samblandið) av bíbliugrundaðari pátrúgv og víðgongdum høgrasjónarmiðum, ið summi her á landi (Guð má vita hvat tey billa sær inn) rópa upp á trúgv.
Her er av sonnum ein ormur komin í garð okkara. Hesin ormurin (og hann trilkast í hvørjum) ringir seg tætt um vit og skil og lokkar menn við ongum øðrum grundarlagi til støðutakan enn heilaspuna, at gera seg kjaftbreiðar um viðurskifti, sum teir hvørki hava ella leggja í at hava nakað innlit í. Vit hava sæð hetta ljóta lagið eitt nú í kjakinum um tey samkyndu. Vit hava sæð tað í endurtiknum atløgum at treingja um frælsið hjá tí einstaka við boðum og bannum. Vit síggja og hoyra tað dag um dag í almennu fjølmiðlum okkara, sum munnu vera millum teir mest niðurbundnu og troystarleysu í vesturheiminum (t.d. kann dastið av teimum bókmentum, ið skrivaðar eru eftir 1850 ikki lesast í útvarpi Føroya orsakað av sensuri). Og nú síggja vit tað so aftur, ið meginparturin av Miðjarðarhavsbotni liggur í heljarskugga. Teir kjaftbreiðu ganga og darta við sínum skriftstøðum, rópa sína skammleysu óvitan út um allar geilar og unna teimum hvørki náði her ella handan, ið ikki vilja taka við orði teirra. Teir umbera alt, sum valdsmenn í Ísrael taka sær fyri, hvussu víkir og vendir. Fegnast um hvørja bumbu, ið fellur á libanskar bygdir, um hvønn palistinskan ungdóm, sum liggur eftir á. Upplýsing, sum hevur uppruna aðrastaðni enn í teirra skammlopnu heilatræðrum, skýra teir at vera frá Fananum. Og Fanin er allastaðni, hvat tá: í CNN, í BBC, í DR, í NRK, í SVR, í Kringvarpinum, ja í hvørjum javnvigaðum sjónarmiði, sum fram kemur um tað, sum fer fram við Miðjarðarhavsbotn í hesum døgum.
Sjálvur troysti eg mær illa at taka dagar ímillum, hvør ið rættin hevur í stríðnum millum Hissbolla og Libanon øðrumegin og Ísraelsríki hinumegin. Kríggj hava ta natúr, at rætt og skeivt vil kámast tí meiri, sum bardagin verður harðari og longri.
Eg sigi bara: tað má vera mark fyri møsni.