? Tað var eitt mistak at seta røktarfakliga stjóran á Landssjúkrahúsinum nú.
Hans Petur Nielsen, formaður í Læknafelag Føroya, heldur, at hendingarnar hesa seinastu tíðina ikki júst hava verið fremjandi fyri arbeiðið at skipa ein nýggjan bygnað á Landssjúkrahúsinum.
Læknafelagið er felagið hjá øllum læknum í Føroyum. Og formaðurin sigur, at sum hann skilir støðuna, hevur Serlæknfelagið uppfatað tað sum eitt álitisbrot, at almanna og heilsumálastýrið setti røktarfakliga stjóran, áðrenn semja var fingin um eina heildarloysn fyri, hvussu bygnaðurin skuldi síggja út.
? Við at seta sjúkrasystrastjóran, sum hann eisini verður nevndur, nú, er almanna- og heilsumálastýrið byrjað at byggja uppá ein pall, áðrenn vit yvirhøvur vita, hvussu pallurin skal síggja út, sigur formaðurin í Læknafelagnum.
Hann vísir eisini á, at sjúkrahúsleiðarin, sum skuldi vera triða beinið í leiðsluni, er nú eisini sagdur upp, og sostatt skal aftur nýtt fólk finnast til tann tann leiklutin.
Og uttan at taka støðu til uppsagnina annars, heldur hann, at tað er eitt bakkast, tí tað er ikki løtuverk hjá einum leiðara at seta seg inn í Landssjúkrahúsið sum stovn og tað fer at taka rúma tíð hjá einum nýggjum leiðara at fóta sær í skipanini.
Einstreingjað leiðsla
Men Hans Petur Nielsen er eisini grundleggjandi ósamdur við tí leiðslubygnaði, sum Helena Dam á Neystabø hevur stungið út í kortið við einum sjúkrasystrastjóra og einum læknastjóra í ovastu leiðsluni, sum síðani skulu taka avgerðir í felag.
Tí formaðurin í Læknafelagnum sigur, at tað, sum er mest avgerandi, er, at talan verður um eina einstreingjaða leiðslu á Landssjúkrahúsinum.
? Tað, sum hevur allar størstan týdningin, er, tað verður eitt einsamalt fólk, sum hevur tað evstu ábyrgdina. Og so stendur tað annars til almanna- og heilsumálastýrið at gera av, hvørja útbúgving hesin einsamalli leiðarin skal hava.
? Men, tá ið tað so er avgjørt, hvør leiðarin skal vera, mugu so læknarnir, eins og øll onnur á sjúkrahúsinum, gera upp við seg sjálvar, um teir vilja arbeiða undir eini slíkari skipan.
Men tað er avgerandi neyðugt at kunna vísa á eitt einsamalt fólk, sum skal hava endaligu ábyrgdina.
? Annars hevur leiðslan onga ábyrgd, tí fleiri fólk kunnu ikki hava ábyrgdina av eini raðfesting.
? Ikki minst, tá ið tað ikki gongur, sum tað skal, er tað neyðugt at kunna vísa akkurát á, hvør hevur ábyrgdina
Hans Petur Nielsen fer ikki at siga, at læknar eru heimsins bestu leiðarar, minni enn so.
? Men flesta staðni í heiminum eru tey komin til ta niðurstøðu í heilsuverkinu, at skal leiðslan á einum sjúkrahúsi hava eina læknafrøðiliga útbúgving, eru tað læknarnir, sum hava tað neyðuga yvirlitið til at fóta sær í eini einstreingjaðari leiðslu.
? Hetta er niðurstøðan í flestu evropeiskum londum og somuleiðis í flestu norðurlondum, eitt nú í Noregi og í Svøríki og í Íslandi er gongdin tann sama. Men í Danmark er enn tveystreingjað leiðsla á onkrum sjúkrahúsum.
Men sjúkrasystrar siga, at læknafakið og røktarfakið eru heilt hvørt sítt økið og at tað tí er neyðugt, at tey hava hvør sína leiðslu?
? Øll, sum hava ligið eini sjúkrahússong vita, at tað ber ikki til at skilja røktina og viðgerðina sundur og taka røktina burturúr heildini.
? Og sjálvsagt er tað neyðugt at hava virðing fyri fakinum hjá hvørjum øðrum.
Ongin vandi á ferð
Annars sigur Hans Petur Nielsen, at tað er ongin sum helst trupulleiki at halda ósemjuna um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum burtur frá tí dagliga arbeiðnum.
? Onkrir sjúklingar hava sagt, mær, at teir kenna seg ikki heilt tryggar. Men eg tori at siga, at dagliga merkja vit onki til hesa ósemjuna, tí í sjálvum arbeiðnum við sjúklingarnar gongur samstarvið væl og hetta prinsipiella stríðið ímillum partarnar verður hildið burtur frá tí dagliga arbeiðnum.
? So fyri tann einstaka sjúklingin er ongin vandi á ferð, sigur Hans Petur Nielsen.
Í einum brævi til Landsstýrismannin í almanna og heilsumálum sigur læknafelagið, at tað harmast um tann ótryggleika sum bygnaðar og fíggjartrupulleikar hava við sær, bæði fyri starvsfólk og sjúklingar.
Men læknafelagið heldur, at soleiðis sum heilsuverkið er skipað, er fíggjarkarmurin ov trongir til at reka eitt heilsuverk á norðurlendskum støði.
Ber tað til at umskipa heilsuverkið, so at tað kann verða bíligari?
? Tað er ómøguligt at siga mú. Men Landssjúkrahúsið eigur, eins og aðrir stovnar, at vera fyri ein støðugari eftirmeting.
Heilsuverkið er til fyri at veita brúkarunum eina tænastu. Og vit mugu alla tíðina granska okkum sjálvi at kanna eftir, um tað, vit gera, er tað rætta, um støðið er tað rætta og um allir landsins borgarar hava somu atgongd til javntgóð tilboð.
Men nettupp tí heldur hann, at tað er neyðugt at meta alt heilsuverkið sum eina heild og kanna eftir, um tað er samansetingin er tann rætta við atliti til tann epidemilogiska veruleikan, tvs. við atliti til, hvørjar sjúkur vit skulu prioritera at viðgera, sigur Hans Petur Nielsen.










