Dysturin heima á Sandi var fyri B36 rættiliga sermerktur, og ikki bara tí, at havnarmenn spældu við einari á mangan hátt nýggjari manning. Venjarim hjá B36, Pelle Andersson, gjørdist tann fyrsti í hesum kappingarárinum, sum ikki hevði skift nakran spælara út. Royndir frá undanfarnu kappingarárunum vísa, at tað ofta ávirkar úrslit til fyrimuns fyri tað liðið, ið ikki brúkar útskiftingar.
Tíggju ferðir í trý ár er tað komið fyri, at eitt ella annað felag ikki gjørdi nakra útskifting, og bert einaferð tapti tað liðið. Tað var í dystinum í Gøtu millum GÍ og HB, tá ið vertirnir leiktu næstan allan tíðina við Henningi Jarnskor í málinum, eftir at Sunvard Joensen var útvístur. Tvær ferðir spældu liðini við somu manning allar 90 minuttir javnt, og sjey ferðir vunnu tey.
Eisini hjá landsliðinum
Vit kunnu leggja afturat, at báðar tær ferðirnar, tá A-landsliðið í fótbólti hevði somu ellivu leikarar á vøllinum allar 90 minuttir, vunnu føroyingar.
Talan er um tveir á hvør sín hátt minniligar dystir: 3-0 heimasigurin á San Marino í 1995 (tann størsti sigurin hjá føroyingum nakrantíð í altjóða skrásettum dysti), og - ikki at gloyma - 1-0 sigurin á Eysturríki í 1990.
So venjarar áttu kanska at hugsað seg tvær ferðir, áðrenn teir fremja útskiftingar. Hágtølini tala í hvussu er ímóti hesum.