Foreldrafelagið hevur seinastu tíðina harðliga hartað býrráðið fyri at hava gjørt ov lítið fyri barnaansingina. Og tað er rætt. Men so harðliga, sum farið verður fram, er tað mest sannlíkt, at tað verða tey, sum hava gjørt mest fyri barnaansingina, sum verða harðast rakt.
Javnaðarflokkurin kundi valt at staðið uttan fyri alla ávirkan. So vóru eingin pláss komin. Javnaðarflokkurin valdi at taka ábyrgd. Tí eru tey pláss komin, sum hóast alt eru komin. Og tað eru ikki so heilt fá, ikki færri enn 367, tá ið alt er liðugt, sum er ígongd nú, umframt 250 frítíðarpláss.
Men vøksturin hevur verið stórur. So stórur, at bíðilistin enn er umleið 400 børn.
Javnaðarflokkurin hevur nú lagt uppskot fyri býráðið, har sett verður sum mál at nøkta allan ansingartørv innan 2003. Hetta verður av nøkrum skírt sum optimistiskt. Tað er møguligt. Men tað er tá fragari at seta sær eitt mál, enn einki at seta sær. Og sum nú er, er tað gjørligt.
Tá hetta valskeiðið byrjaði, var kreppan enn ikki av, og málini, sum sett vórðu, lógu væl longri frammi enn tey, sum sett verða í dag. Tá var sett sum mál, at vit skuldu nøkta allan ansingartørv í 2006. Í dag seta vit málið til 2003. Og málið er, at tað skulu verða mennandi ansingarpláss, sum skulu bjóðast børnunum. So sigið ikki, at einki er komið burtur úr.
Javnaðarflokkurin hevur fingið alt býráðið at ganga við til at fáa barnaansing til øll. Og tað er ikki hent áður. Sjálvandi hevur foreldrafelagið eisini stríðst fyri tí. Sjálv var eg ein av teimum, sum endurstovnaðu felagið í 80?unum. So haldið tit bara áfram at stríðast. Ansið bara eftir, at tá tit sláa, at tit ikki sláa í blindum og harvið eisini sláa tykkara viðspælarar. Eg havi roynt mítt, men Javnaðarflokkurin kann ikki bara taka øll hini av ræði og kroysta sína meining yvir høvdið á teimum. Vit hava hóast alt demokrati.
Til seinast: Mín og Javnaðarfloksins hjálp skal ikki tróta. Tað vita tit. Men tað er eisini neyðugt at stríðast við skili. Gera vit ikki tað, so seta vit okkum uttan fyri alla ávirkan. Og so er einki vunnið. Javnaðarflokkurin vil stríðast fyri 100 prosent barnaansing. Tað er avgjørt neyðugt, um Havnin skal gerast ein livandi býur.
Elin Lindenskov, býráðslimur
Javnaðarflokkurin
www.lindenskov.com